Vinnulívið í Nes kommunu hevur verið í stórari menning seinastu árini, og serliga er tað á havnalagnum, henda menning er farin fram. Nýggj virkir eru bygd, sum krevja nógv pláss, og hetta setir síni krøv til kommununa um eitt nøktandi havnalag, bæði við upplandi og bryggjukanti.
Síðan Fiskamarknaður Føroya byrjaði sítt virksemi á Toftum, er nógv hent á havnalagnum.
Tvey nýggj fiskavirkir eru bygd sunnanfyri virkið hjá Fiskavirking, og sunnanfyri bygningin hjá uppboðssøluni, hevur Kassamiðstøðin bygt ein stóran bygning. Aftrat hesum er ein maskinverkstaður bygdur millum tey bæði nýggju fiskavirkini, Vallhalla og Snodd.
25 metrar aftrat
Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd hjá kommununi, sigur, at hóast havnalagið er munandi útbygt seinastu árini, er tørvurin so stórur, at bygdaráðið nú hevur samtykt at kanna, hvussu nógv tað kostar at gera 25 metrar av atløgusíðu norður úr verjuleguni við Toftagjógv.
- Vit hava eisini samtykt at rudda økið sunnanfyri virkið hjá Fiskavirking, planera, seta ljós upp og asfaltera økið, so koyrast kann oman á bryggjuna sunnanfyri virkið.
Súni í Hjøllum sigur, at bygdaráðið eisini hevur samtykt at kanna, hvussu nógv tað kostar at gera atløgusíðu á eystara armi í Oyrunum og dýpa niður á 3,6 metrar, soleiðis at trolbátarnir møguliga kundu ligið har.
Planering og asfalt
liðugt í summar
Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at øll planering og asfaltering á havnalagnum verður gjørd liðug í summar, soleiðis at viðurskiftini kunnu skipast betur.
- Vit hava stívliga 3 miljónir krónur at arbeiða við á havnalagnum í ár, sigur Súni í Hjøllum.










