- Hetta hava vit ikki upplivað áður

- Møguliga hava aðrir ella eldri nótamenn upplivað hetta, men tað hava vit báðir ikki, siga maskinmaður og dekkari við Høgabergi.

- Møguliga hava aðrir ella eldri nótamenn upplivað hetta áður, men tað hava vit báðir ikki.

 

Tað siga Hallur Petersen og Rúni í Hjøllum, ið sigla sum ávikavist maskinmaður og dekkari við Høgabergi, og tað er sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum hevur hitt teir.

 

- Vit hava ikki roynt við nót á Nólsoyarbankanum eftir makreli í novembermánaði áður. Vit sigldu bert í tríggjar tímar, høvdu trý køst og hava umleið 1000 tons av makreli, sum liggur um 400 gram.

 

Teir siga, at hetta soleiðis bæði er ein skjótur og góður túrur. Hvat hetta merkir - at makrelur soleiðis kann veiðast við nót so langt út á heystið - duga teir ikki at siga.

 

Høgaberg landar makrelin til Pelagos í Fuglafirði. Hallur Petersen og Rúni í Hjøllum vóru einsamallir umborð, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í Fuglafirði.