Nú gevst Kristin

Í morgun varð boðið til samkomu á kommunuskrivistovuni hjá Nes kommunu, nú Kristin Nordendal hevur nátt pensjónsaldri og hevur valt at fara úr starvi.

 

Kristin Nordendal varð settur í starv hjá Nes kommunu hin 1. september í 1996.

 

Í stívliga fjórðings øld hevur hann trúliga saman við sínum starvsfeløgum loyst sera ymiskar og fyrifallandi uppgávur fyri kommununa.

 

Við høvið í morgun vísti borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, á tann ómetaliga stóra týdning, tað hevur fyri kommununa at hava so trúgv og góð starvsfólk.

 

- Gjøgnum eitt langt arbeiðslív møtir tú nógvum ymiskum avbjóðingum. Tað er ein stórur fyrimunur fyri kommununa at hava fólk við innliti og royndum, tá uppgávurnar skulu loysast, segði borgarstjórin.

 

Vegna Nes kommunu takkaði hann hjartaliga fyri tænastuna og fyri gott samstarv, samstundis sum hann ynskti honum og familjuni alt tað besta.

 

- Vit ynskja tykkum framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini við tøkk fyri tína trúgvu og drúgvu starvstíð hjá okkum, segði Súni í Hjøllum.