Skúli
Nes kommuna hevur eina stóra verkætlan í gerð, sum er útbyggingin av skúlanum. Hetta er eitt rættiliga umfatandi arbeiði, sum er mett at kosta einar 43-44 mió krónur.
Læna pening
Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd, sigur, at kommunan hevur verið skuldarfrí, men í samband við skúlavíðkanina hevur verið neyðugt at taka 25 mió krónur í láni.
- Skúlabyggingin gongur eftir ætlan, bæði hvat viðvíkur kostnaði og tíðarætlan.
Hann sigur, at skúlavíðkanin verður liðug á vári 2008, men at ein partur av nýggja skúlanum eftir ætlan verður tøkur eftir summarfrítíðina í 2007.
Neyðug stýring
Súni í Hjøllum leggur dent á, hvussu neyðugt tað er, at kommunan stýrir fíggjarútreiðslunum.
- Vit mugu ikki tyngja kommununa við ov stórum lánum, so rentubyrðan gerst ov stór. Inntøkur og útreiðslur mugu fylgjast, sigur formaðurin í teknisku nevnd avgjørdur.










