tosa við tá teir í seinna hálvleiki fullkomiliga mistu takið á Neistanum, og Tjaldur fingu fyri fyrstu ferð nakrantíð stig, tá teir vunnu dystin á KÍF fyri kortum. Men veruleikin er, at tað er stórur munur [...] mikukvøldið. Ikki tí, teir fyrstu tríati minuttirnir vóru farnir aftur um uttan at stórvegis munur var á. Og á vegis í fyrra hálvleiki var Tjaldur enntá frammanfyri, um tað so bara var við tí eina málinum. við [...] skotini vóru send beint á hann. Lars Winther skal í hvussu er eiga, at hann einu løtuna í fyrra hálvleiki syrgdi fyri, at Kyndil ikki fór afturum við fleiri málum, tá hann fleiri ferðir á rað bjargaði skotum
kortini fílist á, at fyrireikingarumstøðurnar ikki eru av teimum bestu. StÍF skipar næsta vikuskiftið fyri sølustevnu í ítróttarhøllini á Skála, og av tí at nógv er sum skal fáast upp á pláss í sambandi [...] StÍF-Tjaldur 29-23 (13-12) Sveinur Tróndarson Tað var eitt slag av lokaluppgerð á Skála sunnudagin, tá bæði hondbóltsliðini við fjørðin hittust. Strandingar hava sum flest øllum kunnugt stoltar traditiónir [...] verjuna Fyri einari góðari viku síðani skrivaðu vit í Sosialinum, at John Petersen aftur var farin inn á Strendur at spæla hondbólt, og sunnudagin var hann við fyri fyrstu ferð í ár. Sereyðkenni hjá John í
vørr, tá teir innan 2 minuttir gjørdu 3 mál á rað, og togaðu seg upp á 25-22. Hoyvíkingarnir megnaðu tó at svara aftur, og fingu seinastu 4 minuttirnar 4 mál á rað, soleiðis at sigurin gjørdist rættuliga [...] væl ígjøgnum, tá hann var á vøllinum. Eisini er vert at nevna, at hoyvíkingar nú hava fingið Allan Mørkøre í sín part. Ivaleyst er hann ikki eins evnaríkur á hallargólvinum sum á grasinum, men hann er sterkur [...] settu ferð á, fyri síðani at høgga til. Sum nevnt omanfyri, so fingu hoyvíkingarnir fleiri mál úti frá vinstru síðu, og vóru tað her Rene D. Olesen og síðani Tróndur Vatnhamar, sum fingu nógv á skafti. Móti
Samuelsen, sum ikki var heilt óroyndur á økinum. Hann var nevniliga upprunaliga formaður í bólkinum, tá hann varð settur, men fór skjótt frá, tá hann eitt skifti gjørdist stjóri á Almannastovuni. Tey, sum í dag [...] bólkurin seinastu tíðina hevur havt fund einaferð um vikuna, og hevur hetta rættuliga fingið gongd á málið. Fimm høvuðsspurningar Arbeitt verður eftir fimm høvuðsspurningum. Finnast skal út av, hvønn [...] gjalda fyri teir fyrstu 16 dagarnar. Hesir fimm høvuðsspurningar skulu hjálpa arbeiðsbólkinum at koma á mál við einum áliti, og sum skilst, so gongst arbeiðið væl, hóast onkur fundur er gloppin burtur ímillum
eitt at seta seg á dystin, og sum tíðin leið, varð spurningurin bert, hvussu stórur sigurin skuldi verða Bumbaðir niður Tá 14 minuttir vóru leiktir, hevði Neistin nevnliga skotið seg upp á 11-2, og neyðars [...] leiktu tó eisini ein góðan dyst, og á miðjuni legði tú til merkis, at Áki Mørk er um at bíta seg rættuliga fastan. Seinastu 2 dystirnar er Finnur Hansson nevnliga byrjaður á beinkinum, og hóast Finnur kanska [...] hvørja endastøðu Neistin kemur at hava, tá stigini verða skorin í helvt um jóltíðir. Tjaldur skal á heimavølli leika móti Kollfirðingum, og eins og fyri Neistan verður hetta eisini ein sera týdningarmkil
venjarin, Egil Steintórsson, stríðist við skaða í økslini, og tískil var noyddur at sita á beinkinum. Snøgt sagt er breiddin á KÍF liðnum ikki nóg stór til at bera slíkar hendingar, og hóast Jákup og Vagnur saman [...] tóku teir burtur av leiðsluni hjá heimaliðnum. Frá 16. til 23. minutt skoraðu kollfirðingarnir 4 ferð á rað, og nú var støðan brádliga 21-20 til útiliðið. Stóra takið hevði tó kostað rættuliga nógv, og seinastu [...] hetta serliga orsakað av, at orkan var farin at ganga undan hjá kollfirðingum. Heimaliðið fekk nú 3 mál á rað, og hóast KÍf enn einaferð royndi at svara aftur, so var hetta til fánýtis. Breiddin ov lítil Sum
at deilast inn á dómarar eins og mót- og viðleikarar. Mikukvøldið stóð Elias Hansen so fyri skotum, tá hann, eftir at hava fingið ein stoyt frá mótspælara, fullkomiliga misti tamarhaldið á sær sjálvum. Reytt [...] Tjaldur (saman við KÍF og H71) fara á vøllin móti einum av fýra teimum ovastu liðunum, er bara eitt hjá teimum at gera, og er tað at royna at avmarka tapið. Hetta kann á ongan hátt vera nakað serliga motiverandi [...] (17-12) Ongantíð var nakar sum helst ivi um, hvønn veg dysturin mikukvøldið fór at halla. Til var munurin á liðunum báðum alt ov stórur. Vestmenningar gjørdu skjótt av, og eftir fáum minuttum fingu teir skapt
hesir persónar hava útint. Hvør í sínum lagi, og hvør á sín hátt hava teir strítt sítt stríð. Á samkomuni, sum ÍSF skipaði fyri handaði Petur Elias Petersen, skrivari ÍSF?s teimum fýra heiðursmerkini og [...] at seta á stovn Ítróttarsamband Føroya, vistu teir neyvan, hvussu stóran týdning og hvussu stóra ávirkan henda rørsla vildi hava í føroyska gerandisdegnum. Rørslan er vaksin ár um ár og røkkur á onkran [...] stjórnin at heiðra nøkrum monnum, ið hvør á sín hátt hava sermerkt føroyskan ítrótt í nógv ár. Hvør teirra hevur uppiborið rós, nógv orð og heiðrandi umrøðu á ymsan hátt, men kenni eg teir rætt, so vilja
og endin gjørdist at Tjaldur smoygdi sær upp á triðaftasta plássið í kappingini, soleiðis at teir nú hava fingið eitt sindur av luft niður til kollfirðingar á niðasta plássinum. Mundi gloppið Tað var tó [...] hugt at teimum leikarum, sum ikki eru á liðnum, sammett við seinasta ár, verður tú skjótt greiður yvir, at talan er um eina rættuliga kollvelting, sum er farin fram. Á liðnum eru tó fleiri ungir og evnaríkir [...] F. Johannesen 7 (3), Elias Hansen 7, Sverri Justinussen 5, Mortan Hansen 5, Kári Hansen 3, Tummas Magnussen 2, Arnfinn Langgaard 1 H71: Halgir D. Olesen 8, Bárður Brimvík 4, Jákup á Borg 4, Annfinn Debes
so nógv á beinkinum í seinna hálvleiki. Báðir eiga teir uttan iva fast pláss á liðnum, og gjørdi hetta kanska uppgávuna hjá Neistanum óneyðuga lætta. Við sigrinum kundi Neistin leggja seg trygt á 3. plássið [...] liðini einans 2 stig. Tó so, hetta roknistykki riggar eisini niðureftir, so munurin niður til Kyndil á 4. plássinum fer eisini í helvt. Líkindi er sostatt fyri, at seinna hálva av kappingini kann gerast [...] øll tey ovastu liðini fara at taka stig frá hvørjum øðrum. Bert spell at tað er somikið stórur munur á toppi og botni, at tað ikki kann væntast, at nakað av niðaru liðunum fer at gera eitt sindur av fortreð