StÍF-Tjaldur
29-23 (13-12)
Sveinur Tróndarson
Tað var eitt slag av lokaluppgerð á Skála sunnudagin, tá bæði hondbóltsliðini við fjørðin hittust. Strandingar hava sum flest øllum kunnugt stoltar traditiónir í hondbólti, meðan tað er meira so sum so við tí í Runavík. Hóast tað, so sær tað kortini frægari út við hondbóltinum í Runavík nú enn tað gjørdi fyri bara einum ári síðani. Orsøkin er m. a. at teir hava fingið sær góðan styrk ? av Strondum.
Hóast tað, so var hetta ikki nóg mikið til, at Tjaldur kundi gera nakað við strandingar sunnudagin. Til tað vóru strandingar og serliga Artur Johansen ov sterkir. Í veruleikanum avgjørdi hann dystin einsamallur við sínum tólv málum.
- Hann var púra óstýriligur, sigur Jónleif Sólsker venjari hjá StÍF um málslúkaran, sum er so týdningarmikil fyri liðið.
John tettir verjuna
Fyri einari góðari viku síðani skrivaðu vit í Sosialinum, at John Petersen aftur var farin inn á Strendur at spæla hondbólt, og sunnudagin var hann við fyri fyrstu ferð í ár.
Sereyðkenni hjá John í fjør var, at hann gjørdi eina rúgvu av málum, men soleiðis var ikki sunnudagin. Kortini var John ein sera týdningarmikil partur av sigrinum hjá strandingum, tí hann var ein knassi í verjuni, sigur venjarin.
- John er sera sterkur í verjuni, og hann tettir har, sum vit hava havt trupulleikar, sigur venjarin, sum annars ikki ivast eina løtu um at tað við málskjótingini nokk skal koma.
Tá farið var undir hetta kappingarárið segði Jónleif, at tað var hansara ætlan at spæla so lítið sum gjørligt, serliga av teirri orsøk, at hann verður ikki við StÍF næsta kappingarár.
- Men eg dugi ikki rættuliga at sita uttanfyri, sum er. Liðið hevur fleiri skaðar at dragast við, og fleiri leikarar eru í einum aldudali, og tí fari eg inn at hjálpa til, heldur enn at sita uttanfyri og hyggja at, sigur hann.
Hann leggur kortini afturat, at tað gongur út yvir spæli hjá liðnum, tí hvørki hann ella John hava vant við liðnum fyrr enn nú, og tað sæst aftur tá tveir nýggir leikarar koma á liðið.
Torfør vika
Hóast venjarin leutr væl at byrjanini hjá strandingum, við trimum sigrum, so er hann ikki bangin fyri at viðganga, at teir higartil bara hava spælt móti ?løttum? liðum, sum teir skulu vinna á fyri at gera sær nakrar tankar um at liggja í oddinum.
- Tað veruligu styrkiroyndina fáa vit at síggja frá sunnudegnum og eina viku fram. Sunnudagin spæla vit móti Neistanum, mikudagin móti Kyndli og sunnudagin aftur móti VÍF, og tann vikan kemur at vísa hvar vit flóta, sigur Jónleif, sum kortini fílist á, at fyrireikingarumstøðurnar ikki eru av teimum bestu.
StÍF skipar næsta vikuskiftið fyri sølustevnu í ítróttarhøllini á Skála, og av tí at nógv er sum skal fáast upp á pláss í sambandi við eina slíka stevnu, so fáa strandingar bara tann eina venjingardagin í høllini í hesari vikuni, og venjarin er bangin fyri, at tað kann ávirka avrikið móti teimum trimum toppliðunum.
- Móti hasum trimum skal ein vera væl fyrireikaður. Neistin hevur fingið góðan styrk og hava eitt øgiligt álop, men hava havt trupulleikar í verjuni. Kyndil eru góðir, men teir hava tapt tveir dystir, og tað merkir at teir eru til at tosa við. VÍF hevur sum siðvenju at klára seg væl. Teir hava traditiónirnar og higartil hava teir vunnið tað sum er. Men tað verður í hvussu er tann vikan, sum kemur at siga okkum hvar vit flóta, sigur venjarin sum ikki dylir fyri, at hann er spentur til teir næstu ríggjar dystirnar.
StÍF: Artur Johansen 12 (4), Sveinbjørn Danielsen 4, Marius Joensen 4, Kristjan Petursson 3, John Petersen 2, Karsten Danielsen 1, Leivur Justinussen 1, Jónleif Sólsker 1
Tjaldur: Tummas Magnussen 7, Sverri Justinussen 6 (1), Pole Hansen 5 (1), Elias Hansen 3 (1), Arnfinn Langgaard 2
Brotskøst: StÍF 4, Tjaldur 4
Útvísingar: StÍF 2, Tjaldur 3
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen










