Kyndil-Tjaldur
34-21 (14-12)
Hóast Kyndil mátti metast sum favorittur at vinna dystin móti Tjaldri í høllini á Hálsi mikukvøldið, so vóru tey neyvan fá, sum kortini høvdu eina vón um ein spennandi dyst. Kyndil vísti sunnudagin, at teir viðhvørt eru til at tosa við tá teir í seinna hálvleiki fullkomiliga mistu takið á Neistanum, og Tjaldur fingu fyri fyrstu ferð nakrantíð stig, tá teir vunnu dystin á KÍF fyri kortum.
Men veruleikin er, at tað er stórur munur millum topp og botn kortini, og hesin munur kom týðuliga til sjóndar í høllini mikukvøldið.
Ikki tí, teir fyrstu tríati minuttirnir vóru farnir aftur um uttan at stórvegis munur var á. Og á vegis í fyrra hálvleiki var Tjaldur enntá frammanfyri, um tað so bara var við tí eina málinum. við støðuna 4-3. Henda støða helt heldur ikki leingi, tí Kyndil javnaði beinanvegin, og hareftir vóru tað teir, sum settu dagsordanin.
Settu ferðina upp
Tá hugsað verður um, at munurin við hálvleik bert var tvey mál, sum Kyndil hevði fyrimun av, so var ikki so løgið, at kyndilsáskoðarar sótu eitt sindur bivandi í steðginum.
Nøkur teirra hugsaðu uttan iva um dystin sunnudagin, men leikararnir vístu frá fyrsta brísli í seinna hálvleiki, at áskoðarar teirra als einki høvdu at vera bangin fyri.
Við Bjarna Wardum á odda, settu teir ferðina upp og fóru frá runavíkingum. Gestirnir harafturímóti høvdu trupult við at halda somu ferð sum í steðginum, og einu løtuna sóðu teir út til at vera heldur enn ikki kløkkir av miklu ferðini og tað kostaði eisini tvær útvísingar í byrjanini av seinna hálvleiki. Tær báðar einastu sum Tjaldur fekk í dystinum.
Skutu Kyndilsmenn nógv mál, so gekst verri hjá Tjaldursmonnum at gera tað sama. Neyvleikin var ikki tann sami sum hjá havnamonnum, og til tíðir sá tað út sum høvdið vildi meira enn evnini kundu bera.
Roynt varð smartum avleveringum aftanfyri ryggin uttan at hyggja, men í flestu førum kom ein grønur ímillum, og so var tann møguleikin burtur.
Vóru trýstir
Sum sagt, so hevði Tjaldri torført við at fóta sær í mótvindinum í seinna hálvleikinum á Hálsi. Fyrst og fremst tí at álopsspælið hjá Kyndli koyrdi sum ein vælsmurd maskina, og tá er torført hjá nøkrum at koma ímillum.
Men ein onnur orsøk er, at tá spælt verður skjótari enn evnini orka at bera, tá má ein rokna við, at tað gongur ímóti viðhvørt. Og tað var í grundini júst tað, sum hendi hjá Tjaldur. Evnini bóru ikki tað skjóta spælið og tí vórðu nógvir bóltar mistir á veg í álop, ella mistir í álopinum. Og tað var ikki so sjáldan, at skotini fóru bæði væl omanfyri og væl við síðuna av Lars í Kyndilsmálinum.
Tað var nú heldur ikki so, at Tjaldursmenn ikki raktu málið, men veruleikin er, at Lars í nógvum førum kom fyri skotini. Antin tí, at hann bjargaði ella tí, at skotini vóru send beint á hann.
Lars Winther skal í hvussu er eiga, at hann einu løtuna í fyrra hálvleiki syrgdi fyri, at Kyndil ikki fór afturum við fleiri málum, tá hann fleiri ferðir á rað bjargaði skotum frá Tjaldursmonnum.
Men sum sagt, so brendu Tjaldursmenn alt ov nógv, samstundis sum teir gjørdu alt ov skjótt av tá teir fóru í álop. Og tað kostar. Støður, har maður er einsamallur við málmanninum eiga at geva mál, men soleiðis var tað bara ikki.
Kjaftaslit
Tað, sum kortini er mest vert at bíta merki í við dystinum mikukvøldið eru útvísingarnar. Ein skuldi trúð, at tað var tað liðið, sum var aftanfyri, sum hevði torført at stýra illsinninum, men soleiðis var ikki.
Teir grønu høvdu trupult við at tiga, tá teir skuldu, og tað kostaði nógvar útvísingar í einum dysti, sum skuldi verið ein avgreiðsluspurningur. Í fyrra hálvleiki fingu seks kyndilsmenn boð frá dómarunum at fara út at sita í tveir minuttir, og fyrri hálvleikur endaði við, at sjálvt málmaðurin hjá Kyndli fekk tveir minuttir.
Tað er heilt ófatuligt, at vaksið fólk ikki dugir at tiga so mikið, tí flestu útvísingarnar vóru beinleiðis avleiðingar av kjaftasliti, sum er fullkomiliga óneyðugt ? og serliga í einum slíkum dysti.
Takið tykkum saman og vísi tykkum sum menn! Tað er eingin orsøk at læra tey ungu, sum koma í høllina at hyggja, hvussu ein ikki skal uppføra seg. Tað hevði sømt seg betri fyri tykkum, at víst teimum, og hinum áskoðarunum, hvussu hondbóltur skal spælast uttan kjaftaslit!
Kyndil: Hannis Wardum 11 (2), Bjarni Wardum 8 (1), Uni Wardum 5(1), Janus Einar Sørensen 3, Niels Viggo Niclasen 3, Jacob Jónsson 3, Róar Nielsen 1
Tjaldur: Sverri Justinussen 6 (2), Pole Hansen 6, Suni F. Johannesen 4 (1), Elias Hansen 3, Jon S. Gleðisheygg 1, Tummas Magnussen 1
Brotskøst: Kyndil 4, Tjaldur 6
Útvísingar: Kyndil 7, Tjaldur 2
Diskvalifikatiónir: Kyndil 1
Dómarar:
Hjalmar Petersen og Kristian Johansen