H71 ? Tjaldur
29-22 (14-11)
Einasti dysturin í bestu mansdeildini mikukvøldið stóð millum tvey av botnliðunum í kappingini higartil. H71 hevði enn einki stig fingið, og hóast undanfarnu dystirnir vórðu taptir móti 4 teimum sterkastu liðunum, so byrjaðu áskoðararnir so smátt at tosta eftir stigum. Tjaldur hevði hinvegin fingið 2 stig, men eisini hjá teimum var umráðandi at fáa okkurt burturúr hetta kvøldið, um so var at hoyvíkingar ikki skuldu fara framvið teimum.
Jøvn byrjan
Tað gekk javnt fyri seg fyrra partin av fyrsta hálva tímanum, og liðini bæði skiftust til at hava leiðsluna. Eftir hetta megnaðu hoyvíkingarnir at slíta seg eitt sindur leysar, og hóast Tjaldur hevði hug at nærkast teimum aftur, høvdu hoyvíkingarnir eina 3 máls leiðslu við sær til hálvleik.
Størsti trupulleikin hjá Tjaldrinum tóktist í hesum hálvleiki at vera verjuspælið. Ferð eftir ferð megnaðu Hoyvíkingarnir at pressa upp, og spæla runavíkingarnir tunnar í síðunum, og ofta hevði hetta við sær, at vengurnir vórðu spældir leysir. Hoyvíkingarnir fingu fleiri mál á henda hátt, men hevði høgra álopssíða verið eins effektiv og vinstra, hevði leiðslan í hálvleikinum ivaleyst verið nógv størri.
Í álopspartinum gekk eitt sindur frægari hjá Tjaldrinum, men í alt ov stóran mun var her talan um einmansavrik, tá Sverri, Tummas ella Arnfinn settu ferð á, fyri síðani at høgga til.
Sum nevnt omanfyri, so fingu hoyvíkingarnir fleiri mál úti frá vinstru síðu, og vóru tað her Rene D. Olesen og síðani Tróndur Vatnhamar, sum fingu nógv á skafti. Móti endanum av fyrra hálvleiki kom Hallur Danielsen eisini inn á vøllin, og tað gjørdist beinanvegin greitt, at hetta varð ein rimmar styrkur. Tað løtuna hann var á vøllinum í fyrra hálvleiki fekk H71 5 mál, og skeyt Hallur 3 av hesum, og so hevði hann líka sum lagt linjuna fyri restina av dystinum. Hallur fekk í alt 8 mál í dystinum, og fleiri av hesum vóru úrslit av fima fótskiftinum, har verjuleikarin varð sendur ein veg, ímeðan Hallur fór annan veg.
Tjaldur viknaði
Í seinna hálvleiki varð tað H71, sum legði nógv betri fyri, og varð tað serliga Jens Skipagøta í hoyvíksmálinum, sum átti ein stóran part í hesum. Nærum 10 minuttir gingu av hesum hálvleiki, áðrenn Tjaldur fekk mál, og hóast hoyvíkingar bert fingu 2 mál hesa løtuna, so varð líkt til at dysturin nú varð avgjørdur.
Harumframt viknaði Tjaldur eisini rættuliga nógv, við tað at Tummas Magnussen í 12. minutti fekk reyða kortið, fyri at toga í skotarmin hjá mótstøðumanni. Hóast hetta ikki er besti dysturin, sum eg havi sæð Hjalmar og Kristian dømt, so skulu teir hava rós fyri, at teir megna at halda eina javna linju frá dysti til dyst, eins og teir tora at taka tær avgerðir, ið skulu takast. Tað eru í hvussu so er ikki allir dómarar, sum høvdu torað at givið reyða kortið fyri slíkt brot, hóast hetta er púra greitt sambært reglunum.
Tað, ið eftir var av dystinum, høvdu hoyvíkingarnir fult tamarhald á støðuni. Samstundis sá út til, at runavíkingarnir høvdu mist mótið, og tá teir so endiliga komu til skotroynd, stóð Jens aloftast fyri. Móti endanum av dystinum gjørdu teir tó brádliga ein vørr, tá teir innan 2 minuttir gjørdu 3 mál á rað, og togaðu seg upp á 25-22. Hoyvíkingarnir megnaðu tó at svara aftur, og fingu seinastu 4 minuttirnar 4 mál á rað, soleiðis at sigurin gjørdist rættuliga tryggur.
Spælið einki serlig
Um spælið í dystinum er ikki so nógv at siga. Nógv rótarí og nógvir tekniskir feilir, so tað varð rættuliga sjónligt, at talan var um eina botnuppgerð.
Hjá hoyvíkingum legði tú serliga merki til Hall og Jens, umframt at Rene kom væl ígjøgnum, tá hann var á vøllinum. Eisini er vert at nevna, at hoyvíkingar nú hava fingið Allan Mørkøre í sín part. Ivaleyst er hann ikki eins evnaríkur á hallargólvinum sum á grasinum, men hann er sterkur sum fáur, og er tí sera drúgvur í verjupartinum. Harumframt hevur hann eisini eitt rættuliga gott skot, men mikukvøldið sást lítið og einki til hetta, men tað man ivaleyst fara at koma í komandi dystunum.
Góðir leikarar
At tað gongur so striltið hjá Tjaldrinum kann ein kanska undrast yvir. Í øllum førum er talan um sera góðar hondbóltsleikarar á fleiri plássum. Trupulleikin tykist heldur ikki at vera hondbóltsevnini hjá einstøku leikarunum, men heldur tað, at teir ikki finna hvønn annan nóg væl, og at álopsspælið tískil alt ov ofta enda í sjálvdrátti, har einstøku leikararnir royna seg hvør í sínum lag.
Hevði samanspælið verið betri, høvdu teir ivaleyst kunna givið hoyvíkingunum ein torførari dyst. Nú endaði dysturin tó við greiðum H71 sigri, og var hetta fult uppiborið.w
H71: Hallur Danielsen 8 (1), Halgir D. Olesen 5, Rene D. Olesen 5, Annfinnur N. Debes 4, Tróndur Vatnhamar 3, Olaf Vestergaard 2 (1), Einar Brimnes 1
Tjaldur: Sverri Justinussen 6 (1), Tummas Magnussen 4, Elias Hansen 4, Pole Hansen 3 (1), Mortan Hansen 2, Arnfinn Langgaard 2, Suni F. Johannesen 1
Brotskøst: H71 3, Tjaldur 3
Útvísingar: H71 6, Tjaldur 3
Burturvísingar: Tjaldur 1
Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen