VÍF ? KÍF 36-24 (19-13)
Ofta verður tikið til um grannauppgerðir, at tá talan er um slíkar kann alt henda. Hetta var tó ikki væntandi sunnudagin, tí meðan heimaliðið hevði fingið fulla úrtøku burtur úr sínum dystum, so hevði ongantíð bragdað hjá Kollfirðingunum.
Stórur munur
Tað gjørdist eisini beinan vegin greitt, at stórur munur var á liðunum báðum, og ikki vóru leiktir meira enn 10 minuttir, so høvdu vestmenningarnir vunnið sær eina trygga leiðslu.
Hóast ferðin á spælinum ikki var hin heilt stóra, so stóð ongantíð hjá vestmenningunum at halda fast um leiðsluna. Heldur var tað soleiðis at dragnaði millum liðini, og tað sást eisini á spælinum hjá kollfirðingum, at teir ongantíð trúu rættuliga upp á, at teir kundu skala vestmenningarnar.
Hjá vestmenningum var tað sum ikki einaferð Sámal Joensen, sum serliga gjørdi um seg. 11 ferðir langaði hann bóltin í netið hjá mótstøðuliðnum, og tað tykist ikki verða nøkur vón fyri at røkka honum, tá hann lyftir langa bulin upp frá, og smekkar til.
Høvdu kollfirðingarnir havt nakað líknandi vápn, so hevði helst staðið betur til hjá teimum, men teir hava so at siga onga skothóttan, og ger hetta uppgávuna hjá mótstøðuliðnum alt ov lætta. Ilt er at siga, hvaðani ein styrkur skal koma til kollfirðingarnar, men tað tykist púra greitt, at endin verður galin, um so er einki verður gjørt.
Millum favorittarnar
Frammanundan hesum kappingarárinum varð mett, at talan helst fór at verða um eina sera spennandi og javna kapping, men higartil tykist tað, sum verður talan um tvídyst ímillum strandingar og vestmenningar.
Kappingarárið er tó ungt, og tað kann sjálvandi vær verða, at bæði Neistin og Kyndil taka sær um reiggjSum gongdin hevur verið higartil, so tykist tað tó soleiðis, at tey bæði havnarliðini skulu dystast um 3. plássið, ímeðan VÍF og StÍF skulu dystast um gullið. Fyrsti partur í hesum stríðnum verður á Skála komandi sunnudag, verður tað uttan iva spennandi at síggja, hvussu leikur fer tá hesir báðir risarnir bresta saman.
VÍF: Sámal Joensen 11 (1), Martin Hummeland 9, Johnny Joensen 5, Ingi Olsen 5, Agnar Joensen 3, Harald Bjørgvin 2, Ragnar Zachariasen1
KÍF: Vagnur Johannesen 6, Petur Martin Johansen 6 (2), Finn Heri Johannesen 3, Petur Martin Poulsen 3, Jákup Dam 3, Kristjan Madsen 2, Egil Steintórsson 1
Brotskøst: VÍF 3, KÍF 3
Útvísingar: VÍF 5, KÍF 3
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen