Nyrup í Føroyum sum skjótast. Fyri mær skuldi hann verið vælkomin til Føroya longu í næstu viku sigur Edmund Joensen. Hann vísir annars á, at liggur tað ikki fyri hjá Nyrup at koma til Føroya nú í næstum [...] gensidig respekt. Í hesum sambandi tók løgmaður fult undir við Nyrup og segði seg vilja vera við til at rudda slóð fyri tí so neyðuga dialoginum millum bæði londini í ríkinum. Tað var í hesum sambandi, at [...] at vitjað í Føroyum rundan um tann 1. apríl næsta ár, tá Heimastýrislógin fyllir 50 ár. Ráðstevna Talan er annars um at skipa fyri eini ráðstevnu, tá Heimastýrislógin hevur føðingardag og í hesum sambandi
blokkin. Hjá okkum í Føroyum ráða vit fult yvir inntøkunum tó at tær skulu dragast frá blokkinum, um olja verður funnin. Motzfeldt var annars sera áhugaður í at vita, hvat innihaldið er í tí uppskoti, sum [...] at vit í Útnorði kunnu hava ein fyrimun av einum ella øðrum samstarvi eitt nú á umhvørvisøkinum. Umboðini fyri báðar javnaðarflokkarnar vóru samd um at menna samstarvið í Útnorði, soleiðis at vit í framtíðini [...] eitt gott land. Latið okkum hvør í sær og eisini í felag røkja hesi góðu lond. Saman kunnu vit gera nógv gott fyri bæði londini sigur Motzfeldt, sum fegin sær samstarvið í Útnorði ment enn meira.
Eykaaðalfundur Í 1995 varð ein roynd gjørd at halda eykaaðalfund fyri at fáa viðurskiftini í rætt lag aftur í ONF, men tá møttu bert 3 umboð á fundin, so har gjørdist onki tá. Nú mikukvøldið varð aftur ein [...] úr Finlandi, sum er nevndarlimur í IOC, hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum, og hann hevur fingið tað soleiðis í lag, at Francois Carrad kemur á vitjan í Føroyum og Grønlandi komandi vár at kunna [...] ítróttur hevur fingið frá ítróttasambondunum og olympisku nevndunum í hinum Norðanlondum. Olympiska Nevnd Føroya varð stovnað í 1982. Í fyrstu nevndini sótu Niels Juel Arge, ið varð formaður, Tórmóður Djurhuus
lagnunar speisemi, tí hóast nógv bæði politiskt og ópolitiskt mótrák, tá skjøtil skuldi setast á í Leynum í 1998, so vóru fíggjarligu fortreytirnar tó soleiðis, at løgtingið hevði samtykt eins og lán uppá [...] vágatunnlinum sera veik, m.a. so tóktist umboð fólkafloksins at taka undir við ætlanini um fasta sambandið, men meinti hann at tað skuldi ein raðfesting til í komandi íløgum, áðrenn støða kundi takast [...] enn í dag er plágaður av Glyvursnessyndrominum. Annars hevði tað verið forvitnisligt at fingið kannað eftir, hvar tær 160 milliónirnar, sum vóru eftir av teimum 200 milliónunum, eru endaðar. Tí í uppskoti
skuldu røkkast tey næstu árini og hvussu hesi skuldu útinnast í verki. Virkir og fyritøkur, sum hava vilja og ynski um at vaksa og sum skulu kappast í einari støðugt herdari kapping, mugu hava dugnaligar nevndir [...] fyri virksemið í fyritøkuni ? eru viðkomandi fyri fyritøkuna. TK-Stovan fer á kunningarfundi hósdagin 27. nov. at siga virkjum og virkiseigarum frá, hvussu tey fáa sett eina yrkisnevnd í sínum egna virki; [...] Føroya Banka at kunna um hvønn týdning Føroya Banki sum fíggingarveitari leggur í partafelagsnevndir og teirra leiklut í leiðsluni av partafe-lagnum. Fundurin verður hildin samstundis á Tvøroyri, har ein
samtykkja í Løgtinginum at hava fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu Føroya, um eitt ávíst áramál. Ein tílík fólkaatkvøða vil í sjálvum sær noyða tær veruligu sjálvstýriskreftirnar í Føroyum til at fara [...] Tað merkir í roynd og veru, at danir ráða. Tí hevur innlitið og eftirlitið í Føroyum við virkseminum hjá m.a. peningastovnunum verið ov lítið, og tí var tann ógvusligu bankahúsagangurin í 1992-1993 møguligur [...] g. Føroyar luttaka í alt ov lítlan mun aktivt í tí samstarvi, sum er skipað millum smátjóðir. Fjórða stigið er, at vit fáa til vega neyðug stýringsamboð fyri peningapolitikkinum. Í løtuni eru peningamál
hevur sett Esther Dahl av Oyri í starv sum Føroyskur sendimaður í Brüssel. Esther Dahl er 27 ára gomul og hevur útbúgving frá Odense Universiteti. Hon varð liðug í apríl mánaða í ár. Har hevur hon lisið altjóða [...] Løgmansskrivstovuni í Tinganesi. Tað eru nógv ymisk viðurskifti, ein skal seta seg inn í, tá ein skal byggja slíkt embæti upp. So nakað væl av tíð fer at verða brúkt til at ferðast runt í Føroyum at vitja og kunna [...] Eftir at hava verið í Føroyum eina tíð, er ætlanin, at hon skal halda fram í danska Uttanríkismálaráðnum fyri har at kunna seg um onnur ting, sum hava við starvið at gera, áðrenn hon í miðjum komandi ári
MBF komin at enda. Hon var ein av teimum fáu, sum áhaldandi hevur verið virkin í MBF, síðan tann dag MBF varð stovnað í 1981. Í 1980 sendi ST út boð um allan heim, at árið 1981 skuldi útnevnast til Ár teirra [...] taka stig til á onkran hátt við tiltøkum at markera árið eisini í Føroyum. Stutt eftir kallaði Javni inn til fund á landsbókasavninum. Umboð fyri tey 6 virknu feløgini møttu: Javni, Blindafelagið, Deyvafelagið [...] studentsprógv í 1951 fór hon til Danmarkar at útbúgva seg til korrespondent í enskum, týskum og fronskum. Heimafturkomin starvaðist hon sum skrivari ymsastaðni til hon tók við skrivarastarvinum í MBF. Valið
frá juli/ august mánaða komandi ár. Umboð fyri reiðaríið hjá skipunum hava verið í Føroyum og hava her millum verið í Tinganesi og tosað um spurningin. Men sum skilst í Fiskivinnuumsitingini er eingin støða [...] Guttormur Djurhuus hevur verið við einum av teimum japansku tunfiskaskipunum, sum hava roynt í føroyskum sjógvi í heyst. Og frágreiðing hansara frá túrinum er av Fiskirannsóknarstovuni latin føroysku pressuni [...] høgguslokkin, teir egndu, niður í ein laka við knústum hvítleyki. Hetta skuldi gera, at tunfiskurin tók betri. Tað vísti seg, sigur Guttormur Djurhuus, at fiskiskapurin var í hæddini, tá skipini byrjaðu.
leiðina norður í Føroyingahavnina. Ein partur av útróðrarmonnunum skuldi við. Knossaðust í Føroyingahavnini Eg hevði ikki áður verið í Grønlandi, og eg var glaður at sleppa við. Vit vóru í Føroyingahavnini [...] skulu í bjargingarbátarnar, og tit taka einki við tykkum. Tað eru boðini av brúnni.« Hetta mátti takast í álvara, og vit fóru so upp á dekkið. Men eg fór kortini niður aftur í lastina, læt meg í ullint [...] allir menn uppi í bátunum við húgvuni í hondini. Á henda hátt sýndu vit Bliki síðsta heiður. Einsamøll í verðini Tað var eitt grúiligt tómrúm, ið tá varð. Vit kendu okkum púra einsamøll í verðini har úti