Føroyskt umboð í Brüssel

Landsstýrið hevur sett 27 ára gomlu Esther Dahl av Oyri í starvið sum Sendimaður Føroya í Brüssel. Áðrenn hon fer til Brüssel at starvast, skal hon vera eina tíð í Tinganesi og Uttanríkismálaráðnum

Landsstýrið hevur sett Esther Dahl av Oyri í starv sum Føroyskur sendimaður í Brüssel.

Esther Dahl er 27 ára gomul og hevur útbúgving frá Odense Universiteti. Hon varð liðug í apríl mánaða í ár.

Har hevur hon lisið altjóða búskap, har ES viðurskifti eru ein natúrligur partur. Eisini hevur hon lisið mál við fronskum sum høvuðsgrein og enskum sum síðugrein umframt, at hon eisini hevur lisið samráðingarfrøði.

Esther Dahl sigur við Sosialin, at hetta starvið tykist passa væl ta útbúgving, hon hevur, og hon gleðir seg til at byrja.

Esther Dahl sigur, at starvið er spildurnýtt, og hon skal sjálv vera við at byggja tað upp.

Annars sigur hon, at enn er alt so ókent, at hon hevur ikki hug at gera fleiri viðmerkingar.

Hon tekur við nýggja starvinum tann 1. januar 1998, men fer helst ikki til ES-høvuðsstaðin fyrr enn einaferð mitt í komandi ári.

Tað tekur tíð at seta seg inn í slíkt starv. Hetta er umfatandi og sera spennandi starv, sum skal byggjast upp frá grundini.

Fyrstu tíðina í starvinum fer Esther Dahl at starvast á Løgmansskrivstovuni í Tinganesi.

Tað eru nógv ymisk viðurskifti, ein skal seta seg inn í, tá ein skal byggja slíkt embæti upp. So nakað væl av tíð fer at verða brúkt til at ferðast runt í Føroyum at vitja og kunna seg um føroyskar stovnar og fyritøkur. Umráðandi er at kenna føroyska tørvin á vitan um viðurskifti, ið hava við Europeiska Samveldið at gera.

Eftir at hava verið í Føroyum eina tíð, er ætlanin, at hon skal halda fram í danska Uttanríkismálaráðnum fyri har at kunna seg um onnur ting, sum hava við starvið at gera, áðrenn hon í miðjum komandi ári fer til Brüssel, verður sagt í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni.