Hvítleyk til tunfisk. Tað ljóðar sum ein matuppskrift. Men so er ikki. Her er talan um agn.
Guttormur Djurhuus hevur verið við einum av teimum japansku tunfiskaskipunum, sum hava roynt í føroyskum sjógvi í heyst. Og frágreiðing hansara frá túrinum er av Fiskirannsóknarstovuni latin føroysku pressuni til kunningar.
Guttormur Djurhuus sigur, at á skipinum, hann var við, høvdu teir fyri at dyppa høgguslokkin, teir egndu, niður í ein laka við knústum hvítleyki. Hetta skuldi gera, at tunfiskurin tók betri.
Tað vísti seg, sigur Guttormur Djurhuus, at fiskiskapurin var í hæddini, tá skipini byrjaðu. Okkurt kundi tí verið, sum bendir á, at til hevði borið at byrja fyrr á árinum.
Hann sigur, at japanarar eru sinnaðir at sleppa at royna frá juli/ august mánaða komandi ár.
Umboð fyri reiðaríið hjá skipunum hava verið í Føroyum og hava her millum verið í Tinganesi og tosað um spurningin.
Men sum skilst í Fiskivinnuumsitingini er eingin støða tikin til hendan spurningin enn.
Farið varliga
Guttormur Djurhuus mælir í frágreiðing síni óbeinleiðis til at fara varliga fram við hesum fiskiskapi.
Tað er soleiðis, at eftir at japanarar raktu við tunfisk í føroyskum sjógvi, vóru beinanvegin fleiri føroyingar, sum søktu Landsstýrið um loyvi at fiska tunfisk. Men enn er einki slíkt loyvi givið.
Guttormur Djurhuus sigur við Sosialin, at umráðandi er at fara varisliga fram.
Vit vita lítið um hendan fiskin. Men tó so mikið, at øgiliga veiðitrýstið, sum er, hevur hjálpt væl til at minka Atlantshavsstovnin, fyri norðan, munandi. Bert her í landnyrðingspartinum er kanska ikki so yvirfiskað. Men veiðan er støðugt vaksandi.
Til dømis hava bara japanarar yvir 100 skip liggjandi á hesum stovninum.
Eitt annað, sum Guttormur Djurhuus vísir á, er, at verður veiðan ov stór, ávirkar tað beinanvegin prísin.
Marknaðurin er í Japan og partvís USA, har nógvir japanarar búgva. Teir lata ógvuliga høgan prís fyri hendan fiskin, sum teir eta ráan. Guttormur Djurhuus nevnir einar 200 kr. kg., meðan europeiski marknaður bara letur umleið 25 krónur fyri kg.
Eitt annað, vit eiga at hugsa um, áðrenn farið verður undir slíkan fiskiskap av álvara, eru tær stóru íløgurnar, gerast skulu.
Nú er tað soleiðis, at verður fiskurin seldur á feskfiskamarknaðinum, skal hann sjálvandi vera í Japan innan ov langa tíð frá tí, hann er fiskaður.
Í øðrum lagi skal hann frystast umborð. Hetta verður gjørt beinanvegin, og verður fiskurin frystur niður um 60°. Slíka útgerð hevur einki føroysk skip umborð. Og skal hann so flytast á marknaðin, er eingin bingja við slíkari frystiorku.
Japansku skipini umskipa í móðurskip, sum koma til Las Palmas á Gran Canaria eftir fiskinum og síðan flyta hann til Japan.
Eisini reiðskapurin er dýrur.
Og eru føroysk skip ov illa útgjørd á einum øki til tunfiskafiskiskap, eru tey ov væl útgjørd á einum øðrum.
Tað er soleiðis, at til hendan fiskiskapin verður øll skipssíðan nýtt. Og her eru øll tey føroysku skipini, at kalla, óegnaði. Tí tey eru øll yvirdekkaði.
So alt í alt er vert at hugsa seg um, áðrenn farið verður undir slíkar íløgur til so stuttan, og kanska ivasaman, fiskiskap.
Vita lítið
Tunfiskurin gongur uppi í sjónum og kann broyta ferðingarmynstur, nær tað skal vera.
Tunfiskurin livir av høgguslokki, svartkjafti og øðrum, sum ferðast uppi í sjónum. So alt eftir, hvar føðin er, er eisini tunfiskurin.
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at vit vita ógvuliga lítið um tunfiskin.
Hetta er fyrstu ferð, tunfiskur er veiddur í føroyskum sjógvi, sigur hann. Og vit hava ongar stovnsmetingar ella kvotaavtalur.
Fiskirannsóknarstovan hevur onga niðurstøðu sum so av hesum royndunum, verið hava í heyst.
Hatta er ein stórpolitiskur spurningur, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Allar metingar um tunfisk verða gjørdar í altjóða høpi, har føroyingar ikki hava luttikið.
Sosialurin hevur áður tosað við føroyskan skipara, sum hevur verið við einum av hesum skipunum.
Hann var eisini rættiliga ivasamur um, hvørt tað var rætt at gera stórar íløgur beinanvegin í ein so óvissan fiskiskap.
Men eftir stendur, at Japanarar hava fiskað dýran fisk í føroyskum sjógvi og vilja fegnir sleppa at halda fram. Nógvir føroyingar vilja sleppa at fiska hendan fisk og hava søkt Landsstýrið um loyvi.
Men enn er eingin avgerð tikin, hvørt umsóknirnar skulu gangast á møti.