Sonja J. Jógvansdóttir, sum var tann næsta at taka orðið, valdi í fyrstu syftu at lata provokatiónina hjá prestinum liggja. Hon vísti á, at hon hevði tørv á at elska kvinnuna, tí kvinnan varð skapt til [...] seg og talaði harðliga at Olofson.? Olofson hevur rætt at velja, hvat hann skal trúgva. Tann rættin brúkar hann til at taka rættindi frá øðrum samfelagsbólkum. Rættindi krevja, at tú livur upp til nakrar [...] ndi í einum kristnum samfelagi. Tað var ein, sum tordi at sita til borðs við teimum, sum vóru útihýst. Vit eiga at góðkenna samkynd. Vit eiga at stuðla hesum djørvu fólkum, sum standa fram sum samkynd
Gaman í royndu teir á heimaliðnum at skapa nakrar málmøguleikar síðstu løtuna, men talan var í flestu førum um meira ella minni hálvhjartaðar royndir, og satt at siga var ongantíð vandi á ferð framman [...] hvørja ferð at misnýta møguleikan. Sum hálvleikurin leið tóktist tað alt meira greitt, at skuldi ein vinnari finnast, so mátti tað gerast heimaliðið, men hinvegin mátti eisini havast í huga, at við áhaldandi [...] og tá einir tíggju minuttir vóru eftir at leika, hendi tað, sum ikki mátti henda. Eftir frísparksinnlegg úr vinstru, endaði álopsroynd við, at Mikkel Beck megnaði at vinna á Jákupi Mikkelsen, tá hesir fóru
slíkan bát. Hóast hetta, er tó ikki talan um veruliga drift innan útróður. - Satt at siga, so brúka vit mest bátin tá vit fara at skjóta, ella vit fara ein túr við snøri á fjørðin. Fyrr vóru nógvir bátar [...] var farið undir at gera ein bátahyl í bygdini, og nú er hetta arbeiðið tikið uppaftur av álvara. Sum skilst er ætlanin hesaferð, at tað skal gerast liðugt. Ein partur av arbeiðinum er at gera bátunum eina [...] mun at vit, hesumegin fjørðin, eiga formannin í havnanevndini í kommununi, sigur hann við einum brosi. Teir kunnu í øllum førum staðfesta, at arbeiðið er nú farið í gongd aftur av álvara til tess at betra
vælsignaðu kanin, sum hon fer at fáa, tá 8 vikur eru farnar. Við øllum snildum royni eg at spyrja, um tað ikki er synd fyri hana at skula burtur frá mammu síni? Hvussu fer hon at hava tað einsamøll, og onga [...] skjót at geva skarvin yvir. Sjálv havi eg ofta hugsað, tá eg hoyri børn júka og jabba um okkurt, at tey høvdu klárað seg einastandandi væl sum fakfelagsleiðarar. Eg kann ikki ímynda mær annað, enn at tey [...] í greinum um børn kanst tú lesa, hvussu gott tað er fyri børn at hava eitt kelidýr. Tey blíva so harmonisk, tey læra at hava ábyrgd og at vísa kærleika. Við øllum hesum í huganum hevur mangan leikað hart
eisini Kyndli hampuliga skjótt at vinna sær ein lítlan fyrimun, og tó at teir høvdu ilt við at sleppa heilt leysir av VÍF, so høvdu vestmenningarnir hinvegin meira enn ilt við at toga seg heilt nær mótstøðuni [...] bara tekn um, at menn vóru sera tendraðir og ógvuliga heitir, er ilt at siga, men seinasta løtan av dystinum gjørdist í øllum føurm nakað, sum ikki minti serliga nógv um hondbóltsspæl. Ein at síggja til heilt [...] á. Teir kundu illa gera annað enn at royna at fylgja við, hvat hendi, meðan spælarar fóru sendandi runt, umframt at ein kyndilsmaður brádliga lá eftirá. Endin varð, at fýra mans ? ein gulu og tríggir grønir
sambýli at búgva. Hóast tað var sera ringt hjá mammu at lata hana fara, so var hon ómetaliga takksom fyri, at Eileen trívist so sera væl, har hon nú býr. Umframt fýra børn, so untist tað mammu at fáa 10 [...] so hjá okkum børnum var altíð lætt at finna tey bæði. Tað kemur mær fyri, at hóast mamma ikki tosaði so nógv um, at hon tíðliga misti mammu sína, so vildi hon ikki, at hennara børn skuldu sakna mammu sína [...] sendirás. Henni dámdi væl at práta og visti altíð okkurt at práta um. Seinastu árini hevur hon ikki verið nógv úti, men hon ernaðist upp, tá fólk kom á gátt. Mann kann ikki siga, at mamma fekk eina langa
hann seg við, og sigur, at tað tykist ikki, sum eg skyni ímillum, at tað eru fleiri mátar at brúka søguligar keldur uppá og tekur sum dømi tvinnir hættir. Annar er í stuttum at eftirkanna allar upplýsingar [...] “Poengið, sum Jógvan ikki tykist skilja er, at tann sannroynd at teksturin hjá Josias Matras yvirhøvur er til, prógvar, at tað vóru fólk í Klaksvík, sum hildu, at Kjølbro hevði ov stóra ávirkan á lívið í [...] kirkjulív, tí er tað at undrast á, at eg nú “ikki skal tykjast skilja, at teksturin hjá Josiasi Matras yvirhøvur er til”. – Jú Hans Andrias, Jógvan skilir! Annars fari eg, sum fyrr sagt, at venda aftur seinni
Maereu (sum sat yvir fyrra dystin) slíkt spæl, sum neyvan áður hevur verið at sæð av konufólki í Føroyum. Hon var millum teir smærru spælararnar, men hon hevði sovorðið fótskifti og so neyvt skot, at hon helst [...] einki at gera við skotini hjá rumensku kvinnunum. Og tað var eisini ein smeitur fyri Stjørnuliðið, at liðskiparin, Sólva Eystberg, fekk álvarsaman skaða í ryggin tíðliga í seinna dystin og noyddist at gevast [...] Ljósstein at hoppa upp um rumensku blokadurnar og drøna skot móti málinum. Spælararnir mugu ikki fara niður Báðar dystirnar var rumenskt stórspæl at síggja, men hvørgu ferðina hevði Stjørnan nakað at skammast
tann, at liðið hesar seinastu ferðirnar hevur havt so ilt við at skora mál. Leikliga yvirvágin hevur verið stór, og málmøguleikarnir hava ikki trotið. Men tølini siga, at tað hevur verið trupult at fáa úrtøku [...] hálvleiki, at tað eydnaðist at skora málini, staðfestir Malena Josephsen. Byrgja uppfyri At svenska liðið hevur havt so ilt við at skora mál í tveimum teimum fyrstu dystunum ber við sær, at tað nú verður [...] vónað, at tað skal eydnast at skora fleiri mál ímóti føroyska liðnum. – Soleiðis verður tað sagt og skrivað. Eingin ivi er um, at tað verður roknað sum vónbrot, um tað ikki eydnast svenska liðnum at vinna
ini í ES ímóti og innføra eina føroyska fiskidagaskipan í Onglandi, og satt at siga vænti eg ikki, at hetta verður framt í bræði, nú vit eru so innarlaga í ES samstarvinum, heldur Nicholas Browne. Viðvíkjandi [...] okkara. - Eg haldi als ikki, at tit skulu gevast at drepa grind, men eg segði við løgmann, at tit mugu vera meiri opin mótvegis umheiminum, so mótstøðufólk ikki halda, at tit fjala upplýsingar, sigur Browne [...] Bretlandi varð vístur úr landinum. - Vit vórðu noydd at vísa, at vit ikki kundu samstarva undir slíkum umstøðum, greiðir riddarin frá. Hann leggur afturat, at teir fóru aftur til Iran í 1997, og tá var stemningurin