Klapp, klapp. Buh og hurrá.
Fólk livdu væl við á tabu-ráðstevnuni í Læraraskúlanum leygardagin. Politisku ungmannafeløgini høvdu sett allan dagin av til kjak um evni, sum antin eru forboðin, illa dámd ella goymd burtur í Føroyum. Kjakast var frá morgunstundini um rúsdrekka, porno, abort og homosexualitet.
Sosialurin legði leiðina framvið frá umleið klokkan 16 og úteftir, tá samkynd og teirra støða í samfelagnum var á skránni. Við hvør sín enda á tíggju metrar langa pallborðinum sótu Sonja J. Jógvansdóttir og Peter O. K. Olofson. Eitt ólíka par. Sótu tey langt frá hvørjum øðrum at byrja við, so komu tey ikki nærri tann góða hálvan annan tíman kjakið gekk so lystiliga.
Frammanundan hevði samkynda Sonja J. Jógvansdóttir úr nýstovnaða Ælaboganum mælt til, at kjakið ikki bleiv stýrt av Bíbliuni. Hon fekk ikki sítt ynskið uppfylt.
Samkynd og pedofil
Peter O. K. Olofson, prestur, legði fyri. Hann gjørdist ikki heimsins populerasti maður, tá ið hann samanbar rættindini hjá samkyndum við tey hjá pedofilum.
? Um eg vil hava fýra konur, og um eg vil hava sex við børnum. Hví skal tann lóggevandi myndugleikin forbjóða mær tað. Hvat verður tað grundað á? Hví verður loyvi so givið til homosexualitet? Tað er rein tilvild. Einki er rætt ella satt, bara tí vit føla tað. Nøkur virði og nakrir normar eru yvir tað einstaka samfelagið. Annars hava vit anarki, segði Peter O. K. Olofson.
Í aðrari helvtini av salinum varð dúgliga nikkað. Hin helvtin av salinum vendi eyguni av berari andstygd fyri tí, sum presturin førdi fram. Men hann steðgaði ikki kortini. Hann vísti aftur, at ein mannarættur er nóg góð próvførsla fyri, at vit skulu loyva samkyndum og verja teirra rættindi.
? Mannarættindi byggja á konsensus, men tey eru ymisk til ymiskar tíðir. Tann náttúrliga lógin byggir millum annað á tey tíggju boðini. Frá skapanini eru maður og kvinna skapt til hvønn annan. Hesum skulu vit rætta okkum og okkara samfelag eftir. Vit eru her fyri at føra ættina víðari. Tað er okkara identitetur. Góðtaka vit homosexualitet, so ganga vit ímóti náttúruni. Ganga vit ímóti náttúruni, so kann pedofili gerast tað næsta, segði Peter O. K. Olofson.
Skapt til kvinnur
Bæði buh og klapp, tá ið Olofson var liðugur.
Sonja J. Jógvansdóttir, sum var tann næsta at taka orðið, valdi í fyrstu syftu at lata provokatiónina hjá prestinum liggja. Hon vísti á, at hon hevði tørv á at elska kvinnuna, tí kvinnan varð skapt til hennara.
? Tað er ein mannarættur at fáa góðkent sína sexuellu orientering, men vit eru ikki til í Føroyum. Tí mugu vit hava samkynd við í antidiskriminatións-paragraffina, og vit mugu fáa loyvi at fara í skrásett parlag. Øll hini Norðurlondini hava hetta í teirra lóggávu, men vit liggja sum ein skammblettur mitt í Norðuratlantshavinum. Tað undrar meg, tí tað er bara ein lítil lóg, ein evarska lítil paragraff, sum ikki ger seg inn á nakran. Hví skal hon koppa einari heilari samgongu? spurdi Sonja J. Jógvansdóttir.
Lógvabrestir, sum vitnaðu um, at tey samkyndu og teirra stuðlar vóru fleiri í salinum.
Næstrakærleiki í fokus
Tað leikaði hart á eina løtu. Karin Kjølbro, fyrrverandi løgtingskona og leiðari fyri kriminalforsorgini, talaði at teirri einvísu tulkingini av Bíbliuni, sum Olofson og hansara fólk løgdu fyri dagin.
? Kuldi og frástøða er tað ringasta í einum samfelagi. Næstrakærleikin er grundleggjandi í einum kristnum samfelagi. Tað var ein, sum tordi at sita til borðs við teimum, sum vóru útihýst. Vit eiga at góðkenna samkynd. Vit eiga at stuðla hesum djørvu fólkum, sum standa fram sum samkynd. Hvat fólk gera í songini er ein privat søk, so leingi tey ikki gera seg inn á onnur. Tey hava bara ein annan máta at elska uppá, segði Karin Kjølbro, sum vísti aftur,at tey samkyndu hava staðið fyri nøkrum ræðuleikum.
Peter O. K. Olofson vendi sær frá næstrakærleikanum, sum Karin Kjølbro umboðaði.
? Tað er ikki næstrakærleiki at góðtaka menniskju, sum ganga ímóti náttúruni, segði hann og vendi aftur til at samanbera við pedofili.
At taka sær rætt
Øði spann í ein politiskan eftirkomara hjá Karini. Annlis Bjarkhamar, fráfarin landsstýriskvinna fyri Tjóðveldisflokkinum, reisti seg og talaði harðliga at Olofson.? Olofson hevur rætt at velja, hvat hann skal trúgva. Tann rættin brúkar hann til at taka rættindi frá øðrum samfelagsbólkum. Rættindi krevja, at tú livur upp til nakrar skyldur, men hvønn rætt hevur hesin prestur at taka rættin frá samkyndum? spurdi Annlis Bjarkhamar hørm.
At síggja til, vóru bara tjóðveldispolitikarar til staðar. Í øllum førum var bara ein løgtingslimur, ið tók orðið. Tað var Rói Egholm úr Tjóðveldisflokkinum. Politiska eftirspælið kann gerast áhugavert, tí koma tey samkyndu fyri løgtingið, hóttir Miðflokkurin við at spreingja samgonguna.
Atkvøður ja!
Rói Egholm gjørdi púra greitt, at hava tey samkyndu tørv á hansara stuðli, so trýstir hann á ja-knøttin uppá tann eina dagin. Hann segði seg annars vera kristnan, og hann talaði at tí ógvusligu framferð, sum summi, ið tóku sær rættin at tulka bíbliuna, løgdu fyri dagin. Og so fekk hann øði í grindina. Hann vísti til nakað av tí, sum útvarpsstøðin Lindin, sendir seint á kvøldið. Og tað helt hann ikki verða borðbært.
? Har sita vaksin fólk seint um kvøldarnar, við greiðum seksuellum undirtónum og siga seg vera forelskað í Jesus. Tey eru upphissað fyri opnari mikrofon. Tað er blasfemi! Tað ljóðar sum rein orgasma, og tað hevur einki við kristindóm at gera. Tað skuldi verið forboðið, segði Rói Egholm.
Róp kom í salin. Sosialurin takkaði fyri seg. Tað var kortini vónleyst at fáa samkomurnar og tey samkyndu við samhugaðum at tosa sama mál.










