Bátaeigarar fáa bestu umstøður

Tveir opnir bátar liggja við atløgubryggjuna í Skálafirði – annar við stýrihúsi, hin uttan. Her liggja teir trygt, og um stutta tíð koma teir at liggja sera væl. – Ja, tað verður munur á, sigur ein av bátaeigarunum.

Í Skálafirði: Bátaeigarar í bygdini hava gjøgnum nógv ár ynskt sær góðar umstøður til frítíðarítriv sítt.

Fyri eini 15 árum síðani var farið undir at gera ein bátahyl í bygdini, og nú er hetta arbeiðið tikið uppaftur av álvara. Sum skilst er ætlanin hesaferð, at tað skal gerast liðugt.

Ein partur av arbeiðinum er at gera bátunum eina góða og trygga atløgusíðu. Tað er hetta arbeiðið sum er í gongd í hesum døgum.

Ein teirra sum fegnast um hetta er Jóan Petur Petersen, sum saman við tveimum brøðrum eigur annan bátin “Typpafossur”, sum liggur við bryggju her.

- Jú, tað verða aðrar umstøður, tá bátahylurin verður liðugur. Hetta hava vit leingi sæð fram til, sigur hann í stuttum práti við Sosialin.

Vit hittu hann á havnarlagnum í bygdini ein vakran dag í farnu viku. Kvøldið fyri hevði hann verið ein stuttan túr á floti og hevði tá fingið nakað av hvítingi.

- Vit plaga at royna her nakað uttanfyri bygdina. Men so hava vit eisini eitt annað gott mið, nakað longri úti á fjørðinum, sigur hann.


100 metrar aftrat

Runavíkar kommuna, sum bygdin í Skálafirði er partur av, hevur stórar ætlanir við nýggja bátahylinum.

Sum víst er á aðrastaðni á síðuni, er ætlanin at skipa økið sum eina frítíðarhavn fyri stuttleikabátar við alskyns hentleikum á sjógvi og landi.

Fyri Jóan Petur og hinar bátaeigararnar í Skálafirði eru hetta góð tíðindi, nú umstøðurnar at hava bátin liggjandi í heimbygdini gerast so góðar í framtíðini.

- Tað hevur helst gjørt rættiliga góðan mun at vit, hesumegin fjørðin, eiga formannin í havnanevndini í kommununi, sigur hann við einum brosi.

Teir kunnu í øllum førum staðfesta, at arbeiðið er nú farið í gongd aftur av álvara til tess at betra um umstøður teirra at hava bátin liggjandi.

Sum skilst, skal hetta arbeiðið verða liðugt komandi ár. Tá hava teir eisini fingið um 100 metrar av atløgusíðu og góðar umstøður at draga bátarnar á land.


Lættur at flota

Typpafossur var annar báturin, sum lá við bryggju í Skálafirði mikudagin í farnu viku.

Báturin hevði áður eitt pláss úti á Skála, men nú brúka teir annaðhvørt bátahylin ella neystið sum teir eiga í heimbygdini. Neystið liggur beint innanfyri bátahylin.

Typpifossur er eitt áttamannafar, sum er smíðað úr træi. Tí er gott at hava eitt neyst at seta hann í um veturin, tá hann ikki verður so nógv brúktur.

- Liggur hann bundin við bryggju á vetrartíð, so fer hann illa, bæði orsaka av veðri og av gjari.

- Stendur hann hinvegin í neystinum, kunnu vit altíð flota hann aftur um veturin, um veðrið er gott og vit hava brúk fyri honum, sigur Jóan Petur.

Hinvegin er greitt, at lá báturin á Skála, hevði tað verið munandi bekvemmiligari at farið á fiskileið.

- Men, sum Jóan Petur tekur til: - Tað vísir seg, at man fer ikki á flot meiri enn eitt vist allíkavæl, óansæð hvar báturin liggur!


Gørn og snøri

Jóan Petur og tveir av brøðrum hansara eiga Typpafoss. Tað hava teir gjørt tey seinastu umleið 10 árini.

Báturin er útgjørdur við øllum tí, sum krevst til ein slíkan bát. Hóast hetta, er tó ikki talan um veruliga drift innan útróður.

- Satt at siga, so brúka vit mest bátin tá vit fara at skjóta, ella vit fara ein túr við snøri á fjørðin.

Fyrr vóru nógvir bátar sum róðu út á fjørðinum ella settu gørn eftir sild. Soleiðis er tíverri ikki longur.

Teir á Typpafossi eru bert fáar túrar á útróðrum. Teir fara av og á fyri at fáa sær eitt kók.

Ein trupulleiki er eisini tann, at langt er at sigla, um teir ætla sær suður í fjørðin.

- Hetta kann taka ein góðan tíma hvønn vegin, sigur Jóan Petur.





Typpafossur í søgn og søgu

Tá ið tú gongur oman í Tundradal (móti bygdini í Skálafirði, blðm.), er best at ganga oman við ánni sunnarumegin (vinstrumegin). Hiðani sæst yvir á Øksnagjógv og Typpafoss hinumegin dalin. Søgnin sigur, at har goymdi búrkroppurin, Ormur bóndi á Skála, líkini av oyrarbóndanum og soni hansara. Ormur hevði dripið báðar tveir. Hann fekk óivað samvitskubit seinni og avdúkaði seg, tá hann rópti hart í svøvni: »Klæðini liggja undir kvørnini og kropparnir undir Typpafossi.«

(Úr: Til gongu í Føroyum)






Ein náttúruperla í Skálafirði

Mong ár eru liðin síðani at menn fóru undir at gera ein bátahyl í bygdini.

Hetta var fyrst í 90’unum, men steðgaði arbeiðið upp tá kreppan kom. Á heysti í fjør byrjaði arbeiðið av nýggjum, eftir at játtaðar vórðu 300.000 kr. til hylin.

Herfyri játtaði Runavíkar kommuna aðrar 400.000 kr. aftrat til endamálið, og nú verður miðað eftir at arbeiðið skal verða liðugt um eitt ár.

Talan er í fyrstu atløgu um ein bátahyl til bygdarfólkið, men dentur verður kortini lagdur á, at ætlanin er at skipa bátahylin sum eina havn til stuttleikabátar – eina sonevnda “marina”við plássi fyri eini 30 bátum.

Á landi er somuleiðis ætlanin at skipa økið soleiðis at ferðafólk skulu kunnu gista her við húsvagnum, eins og økið skal kunna bjóða áhugaverd tilboð til ferðafólk um summarið.

- Skálafjørðurin er ein náttúruperla burturav, og hevur framúr møguleikar til laksafiskiskap og náttúruupplivingar av alskyns slagi.

- Ætlanin er, at marina’in skal gerast ein miðdepil í menningini av Skálafjørðinum sum ferðamál, segði Klæmint Østerø, formaður í havnanevndini í Runavíkar kommunu við Sosialin fyrr í summar.