Manshondbóltur
16 útvísingar, trý reyð kort, 62 mál og dramatikkur og spenningur í stórum parti av dystinum. Somikið umfatandi var innihaldið, tá VÍF sunnudain vitjaði Kyndil í fjórða innanhýsis dystinum millum risarnar í føroyskum manshondbólti.
Seinnu árini hevur tað fyri tað mesta bert verið hin eini av risunum, sum hevur gjørt um seg, men hesaferð varð tó øðrvísi. Eftir at teir fyri tað mesta hava verið steinrunnir seinnularini, er Kyndil nú um at koma fyri. Steypasigurin fyrr í vár var mest sum undristrikanin av hesum, og síðani hava teir mest sum havt beina kós framá.
Betri tendraðir
Tað lá eisini alla tíðina í luftini sunnudagin, at tað skuldi gerast Kyndil, sum fór avstað við stigunum. Hóast vestmenningar høvdu allar hugsandi orsøkir at vera topp-tendraðir, nú teir eru í veruligum vanda fyri at missa FM-trúnuna, sum teir hava sitið so trygt á, so var tað onkursvegna so, at teir á heimalðinum vóru meira uppsettir.
Teir løgdu størri orku hvønn einstakan bólt. Stríddust eitt vet manniligari í verjupartinum, og í álopspartinum var líka sum meira tyngd aftan fyri gjøgnumbrotsroyndirnar.
Tað eydnaðist eisini Kyndli hampuliga skjótt at vinna sær ein lítlan fyrimun, og tó at teir høvdu ilt við at sleppa heilt leysir av VÍF, so høvdu vestmenningarnir hinvegin meira enn ilt við at toga seg heilt nær mótstøðuni aftur.
Uppskriftin hjá Kyndli var annars í nógvar mátar lík henni, sum strandingar nýttu seinasta vikuskiftið. Við eini framskotnari verju har eittarin støðugt royndi at órógva miðleikaran hjá VÍF, syrgdi Kyndil fyri, at tunga bakspælið hjá VÍF ongan tíð kom upp í gear. Hinvegin setti Kyndil alla tíðina nógva ferð á, tá teir fóru niðan, og hvørja ferð umstøðurnar vóru til tess, varð kontra-møguleikin troyttur.
Rok at enda
Og i seinna hálvleiki helt gongdin fram. VÍF royndi framvegis at toga seg innaftur í dystin við mongu málunum frá Áka og Inga Olsen, men tað var alla tíðina, sum um hetta ikki var nóg mikið. Hvørja ferð teir gulu tóktust hava fingið fatur á rætta endanum, so svaraðu teir á heimaliðnum aftur, og tá farið var um hálvan hálvleikin tóktist tað mesta vera avgjørt.
Kanska var tað vónbrotið hjá VÍF frá seinasta dystinum, sum enn sat í høvdinum. Í øllum førum tóktust teir nú geva skarvin fullkomuliga yvir, og munurin til teir grønu gjørdist alsamt størri. Munurin var øktur í fimm mál, og Kyndil kundi kanska økt enn meira um henda, men spakuliga fór nakað av ferð av spælinum hjá teimum.
Í eini seinastu roynd at venda gongdini fór VÍF langt út at verja seinastu minutirnar, men har gjørdist einki. Kyndil megnaði alla tíðina at svara aftur.
Hvørt tað vóru frustratiónir hjá vestmenningum, ella bara tekn um, at menn vóru sera tendraðir og ógvuliga heitir, er ilt at siga, men seinasta løtan av dystinum gjørdist í øllum føurm nakað, sum ikki minti serliga nógv um hondbóltsspæl.
Ein at síggja til heilt vanlig dystarstøða, har Daniel Rápa royndi at bróta ígjøgnum, bleiv í øllum førum brádliga til nógv meira. Áðrenn nakran vardi, var stórur bardagi á vøllinum. Hvat, hví og hvussu var helst eingin, sum hevði greiðu á, og eisini fyri dómararnar kom hetta púrasta óvart á. Teir kundu illa gera annað enn at royna at fylgja við, hvat hendi, meðan spælarar fóru sendandi runt, umframt at ein kyndilsmaður brádliga lá eftirá.
Endin varð, at fýra mans ? ein gulu og tríggir grønir ? fingu march-ordra av vøllinum, og seks ímóti fýra fingu vestmenningar so avgreitt seinasta hálva minuttin ella so.
Kyndil er við
Hendan seinasta løtan, hevði sum sagt einki sum helst við hondbóltsspælið at gera, men hon undirstrikaði kanska eisini, hvussu nógv stóð á hjá VÍF. Eftir at teir høvdu eina góða byrjan í endaspælinum, og eitt skifti tóktust skula taka nøkur avgerandi fet ímóti triðja gullinum á rað, er nú viðvent í holuni.
Tvey tap á rað hava í øllum førum viðført, at strandingar nú eru tvey stig frammanfyri við einum dysti til góðar, og at sjálvur gull-møguleikin tí er uttan fyri egna ávirkan. Hartil mugu vestmenningar nú eisini ásanna, at tað fyrst og fremst ræður um at halda Kyndil aftan fyri seg í løtuni.
Eftir eitt heldur misjavnt grundspæl hevur Kyndil nevnliga fingið fatur á endanum seinastu mánaðirnar, og sum spælið hevur verið seinastu dystirnar, skal tað als ikki útilokast, at teir eisini kunnu tosa við. Bæði um silvur og gull.
Skal hetta gerast veruleiki, er tó neyðugt við sigri í komandi dysti. Hesin verður á Skála, har StÍF tekur ímóti, og tað líkist í øllum førum einum røttum stórdysti. Og eitt er púrasta víst. Vestmenningar hava í øllum førum einki ímóti, at Kyndil eisini vinnur tann dystin, og fyri spenningin í kappingini vildi tað eisini verið framúr, um so var.
Dysturin í tølum
Kyndil-VÍF 33-29 (15-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 10(3), Høgni Klein 7, Jacob Jónsson 6, Finnur Hansson 6(1), Janus Einar Sørensen 3, Leif Mikkelsen 1
VÍF: Áki Olsen 11(1), Ingi Olsen 8, Daniel Rápa 3, Joyhnny Joensen 2, John Zachariasen 2, Agnar Joensen 2, Ólavur Brimnes 1
Brotskøst: Kyndil 4, VÍF 2
Útvísingar: Kyndil 8, VÍF 8
Diskvalifikatiónir: Kyndil 2 (1 beinleiðis reytt og ein 3X2minuttr), VÍF 1 (3x2 minuttir)
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu fyri tað mesta gott tamarhald á, og hurlivasan seinastu løtuna kundu teir ikki gjørt stórt annað við enn tað sama.









