7. apríl 2014 andaðist mamma 83 ára gomul. Lívið broyttist og verður ongantíð tað sama aftur.
Mamma var av tí slagnum, sum setti alt til síðis at passa húsið, mann og børn, og saman við babba megnaðu tey at geva okkum fýra systkjunum Gerhard, Elfin, mær og Eileen ein tryggan og góðan uppvøkstur, sum eg meti sera høgt. Hóast hon elskaði okkum øll fýra sera høgt, so var hon serliga eym um yngsta barnið Eileen, sum er menningartarnað. Hon búði leingi heima, men fyri kortum flutti hon í sambýli at búgva. Hóast tað var sera ringt hjá mammu at lata hana fara, so var hon ómetaliga takksom fyri, at Eileen trívist so sera væl, har hon nú býr.
Umframt fýra børn, so untist tað mammu at fáa 10 ommubørn og 10 langommubørn. Henni dámdi so sera væl, tá tey komu inn á gólvið.
Mamma var ættað úr Árnafirði men flutti haðani, tá hon var á 5 ára aldri. Longu tá misti hon mammu sína, Gertrud, sum hevði verið sjúk av tublerkum. Hetta setti sjálvandi síni spor. Abbi, Ísak Justinussen, var sjómaður og noyddist at fáa onnur at hjálpa sær við børnunum.
Mamma kom í húsið hjá abba sínum Jóhannes Matras (Jóhannes á Heygnum) á Stongunum í Klaksvík at búgva, og tá mostir hennara Marit Matras giftist við Reinhold Jacobsen, búsettust tey í norðara enda í húsunum á Stongunum, og tey tóku mammu við sær og fostraðu hana upp saman við teimum trimum børnunum, tey seinni fingu. Mamma kom at hava tað sera gott hjá Marit og Reinhold. Hon kallaði tey bæði fyri mamma og babba, meðan hon kallaði Ísak fyri pápi.
Í Árnafirði átti mamma trý systkin Annu, Ingrid og Torleif, og í Klaksvík somuleiðis trý Davis, Gerdu og Bergur, og hava tey øll 6 verið henni líka kær.
Í 1950 giftist mamma við babba, Jógvani Tróndheim, sum var ættaður úr Leirvík, men vaks upp á Stongunum í Klaksvík hjá Lisu og Eliseusi Jacobsen. Tey vuksu upp í sama grannalag og vóru ung, tá tey komu at kennast. Tey fingu eitt langt og gott hjúnalag, og man tað verða fáum unt at hava verið so nógv saman gjøgnum lívið, sum tey bæði hava verið. Tá tey giftust, gavst mamma at arbeiða, og um sama mundið fekk babba sær prentsmiðju í kjallaranum í heimi okkara, so hjá okkum børnum var altíð lætt at finna tey bæði.
Tað kemur mær fyri, at hóast mamma ikki tosaði so nógv um, at hon tíðliga misti mammu sína, so vildi hon ikki, at hennara børn skuldu sakna mammu sína. Hon legði alla orku í at vera um okkum. Tá vit komu heim úr skúla um trý tíðina, so var altíð drekkamuður klárur við heimabakaðum bollum ella onkrum øðrum góðum. Ikki so sjáldan hevði hon bakað pannukakur, og tað dámdi okkum sjálvandi so sera væl.
Mamma og babba komu at hava sítt andaliga heim í Samkomuni í Betesda í Klaksvík. Tey hava bæði tvey lagt orku í at vísa trúfesti í samkomuni og tóku okkum systkini við sær.
Mammu dámdi altíð væl at vera saman við fólki og fylgdi so sera væl við í, hvat fyrifórst rundanum hana. Hon visti um hvørt skip, ið kom til bygdina, og hvussu bátarnir fiskaðu. Hon fylgdi væl við í ítrótti. Ikki so sjáldan tá mann kom á gátt, so vóru fleiri lurtitól frá við hvør sínari sendirás. Henni dámdi væl at práta og visti altíð okkurt at práta um. Seinastu árini hevur hon ikki verið nógv úti, men hon ernaðist upp, tá fólk kom á gátt.
Mann kann ikki siga, at mamma fekk eina langa sjúkralegu, men seinastu mánaðirnar viknaði hon meira og meira. Hóast hon orkaði ógvuliga lítið, so gavst hon tó ikki at liva og fylgdi framvegis væl við og hevði ætlanir um mangt og hvat. Í summar gleddi hon seg til at fara í brúdleyp hjá tveimum av ommubørnunum, men tað upplivdi hon tíverri ikki.
Mánadagin 7. apríl andaðist mamma heima í síni egnu stovu, meðan babba sat við hennara lið. Hóast hetta kom óvart á okkum, so haldi eg, at um hon sjálv skuldi avgjørt, hvussu hon skuldi fara, so var tað akkurát soleiðis, tað skuldi vera.
Hóast babba enn er í húsinum á Stongunum, so er tað ikki tað sama at koma inn á gólvið nú, sum tá mamma livdi. Tað er so friðarligt og tómligt.
Góði babba, eg veit, at tú saknar mammu ómetaligt, men sum tú hevur sagt fleiri ferðir, at hóast tit hava havt eitt langt og gott hjúnalag, so mátti tað einaferð enda, og tað gjørdi tað nú eftir 63 ár. Eins væl og mamma hevur verið tær góð kona, so hevur tú verið henni ein sera góður maður, og eg veit, at tú hóast alt ert glaður um, at tað var tú, sum bleiv einsamallur, og ikki hon.
Eg kann heilsa tær við Es. 46, 4: “Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum”.
Við hesum fáu orðum vil eg vísa mítt takksemi fyri, hvat mamma mín hevur verið fyri meg, fyri okkum systkini og okkara kæru.
Ærað verið minnið um mína elskaðu mammu.










