um eld var um ársskiftið sambært løgregluni. Men tað var sera hált í nátt, og tað hevur órógvað ferðsluna. Fleir fólk endaðu á sjúkrhúsinum, tí tey duttu í hálkuni. Sagt verður eisini, at tað var minni [...] minni fýrverk at síggja enn undanfarin ár. Í gjár var eisini eldur í einum úthúsi í Hoyvík.
bátarnar. Nevið Reyða var 13/100 av einum sekundi frammanfyri Gullbrand sum var næstfremsti báturin í róðrinum í dag. Gullbrandur var eitt stórt sekund frammanfyri Knørr, ið var næstfremst á Norðoyastevnu
Tað var ein persónur, sum hevði koyrt út av vegnum á Kambsdali. Persónurin, sum koyrdi bilin, ringdi sjálvur á politistøðina og boðaði frá, at hann hevði koyrt útav, og at hann var ávirkaður av rúsdrekka [...] staðið, og persónurin varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. – Har var tíbetur eingin mansskaði, og persónurin var einsamallur í bilinum.
Danski fótbóltsspælarin Nicki Bille var í nátt skotin í armin við høglbyrsu. Tað skrivar Ekstrablaðið. Løgreglan var boðsend til húsaófrið í einari íbúð í Sydhavnen í Keypmannahavn farnu nátt. Ein persónur [...] persónar vórðu handtiknir. Í grundlógaravhoyring í dag kom fram, at tann skaddi persónurin var Nicki Bille, og at hann var skotin í armin við einari høglbyrsu og fekk álvarsaman skaða. Tvey fólk vóru fyri í rættinum [...] oktober strikaði Lyngby sáttmálan við Nicki Bille, eftir at hann var skuldsettur fyri at hava hótt ein duravørð við einum luftrevolara. Hann var fyrr í ár dømdur fyri harðskap í Monaco. Nicki Bille hevur spælt
Chelsea var í øðini um hendingina. Maurizio Sarri er longu ein kroystur maður og eina løtu sá út til, at hann ætlaði sær av Wembley, áðrenn brotssparkskappingin var byrjað. Eftir finaluna var hann tó sissaður [...] - Tað var ein misskiljing. Eg helt, at málverjin hevði krampa og ikki kundi halda fram, men soleiðis var tað ikki. Hann skilti, at eg vildi skifta hann út orsaka av skaðanum, men at tað ikki var neyðugt [...] Sports. Maurizio Sarri skal hava sagt við aðrar miðlar, at málverjin hevði rætt, men at atburðurin var skeivur. Jorginho og David Luiz brendu fyri Chelsea.
ði, har B68 var vertur. Toftamenn vóru í fjør um reppið at flyta upp í bestu deildina. Hetta var fyrsti landskappingardysturin hjá B68 við gøtumanninum Sven Olsen við róðrið. Úrslitið var 1-1, eftir at [...] B36 var um reppið at økja um leiðsluna, tá ið fríspark úr átjan metrum og mitt fyri varð sent í tvørtræið. Í seinna hálvleiki eydnaðist B68 at javna. Innleggið var flatt og úr vinstru, og tað var Bárður [...] at gestirnir í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 1-0. Andras Johansen var B36 málskjútti. B68 hevði horna í vinstru. Bólturin varð varpaður út í vinstru hjá B36, sum fór í skjótt mótálop, og tá ið bólturin
Í Fuglafirði fyri einari viku síðani var endaspurturin hjá Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði so framúr, og tað bar við sær, at sigurin endaði í Fuglafirði. Í dag var als eingin ivi. Jallurin, sum vann tríggjar [...] avstað, og tað var skjótt, at Jallurin legði seg greitt framum avbjóðararnar. Erla Kongsdóttir og Drekin royndu at fylgja við. Talan varð eina løtu um kapping um næstfremsta plássið, men tað var kortini ongantíð [...] ongantíð nakar ivi um, at Erla Kongsdóttir var fremri í tí kappingini. Tá ið tær fóru undir endaspurtin, var Jallurin tað mesta av tveimum bátslongdum frammanfyri næsta avbjóðaran. Erla Kongsdóttir vísti
varð ongantíð leyst millum teir báðar fremstu, men tað var ongantíð ivi um, at tað var Tofta Regin, sum var fremstur, og tá ið teir fóru um málið, var tað ein stórur skutur millum tveir teir fremstu. Úrslitið [...] tríggir bátarnir hava í øllum trimum róðrunum verið framvið, og soleiðis var eisini í kvøld. Í hvussu so er í startspurtinum. Tað var tó skjótt, at Tofta Regin spílaði seg út og legði seg framum Argjabátin [...] kvøld lagt seg á odda í FM kappingini millum 8-mannaførini. Í Klaksvík vann Argjabáturin. Tofta Regin var fremstur á jóansøku á Tvøroyri, og aftur í kvøld vóru tað vágbingar, sum vóru fyrstir á mál. Harvið
saman í Klaksvík. Í kvøld var undanframførsla, tá ið næstbestu liðini hjá somu feløgum hittust í Klaksvík. NSÍ er á veg til hús við trimum stigum. Teir gulu vunnu 3-1. Hetta var fyrsta tapið hjá KÍ, sum [...] sum undan hesum umfarinum var topplið við tíggju stigum. Sigurin í kvøld ber við sær, at NSÍ nú hevur níggju stig. Longu í fimta minutti var amerikanski KÍ spælarin Darius Lewis so óheppin at stýra bóltin [...] at javna, svaraði NSÍ aftur og skoraði til 3-1. Málskjútti var Mórits Heini Mortensen. Burtursæð frá KÍ málverjanum, Meinhardt P. Joensen, var eingin á vøllinum, sum higartil í ár hevur havt serligan leiklut
Í august í ár var arbeiðsloysið í Føroyum 1,6 prosent. Tað vísir ein tann seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Tað er eitt vet minni enn tað var í juli, tá ið arbeiðsloysið var 1,7 prosent, men tølini vísa [...] august í fjør var arbeiðsloysið 2,4 prosent. Tað merkir, at tilsamans eru tað 433 fólk í Føroyum, sum eru arbeiðsleys. Tá ið arbeiðsloysið var minst, vóru 367 fólk arbeiðsleys, og tað var í juni í 2008 [...] nógv hægri, ella 3,9 prosent. Støðan í Suðuroy er kortini munandi batnað, tí fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið í Suðuroy 5,8 prosent.