Danskur fótbóltsspælari skotin við høglbyrsu

Trý fólk eru handtikin eftir tilburðin í nátt

Danski fótbóltsspælarin Nicki Bille var í nátt skotin í armin við høglbyrsu.

Tað skrivar Ekstrablaðið.

Løgreglan var boðsend til húsaófrið í einari íbúð í Sydhavnen í Keypmannahavn farnu nátt. Ein persónur varð fluttur á sjúkrahús, og tveir aðrir persónar vórðu handtiknir.

Í grundlógaravhoyring í dag kom fram, at tann skaddi persónurin var Nicki Bille, og at hann var skotin í armin við einari høglbyrsu og fekk álvarsaman skaða. 

Tvey fólk vóru fyri í rættinum í dag skuldsett fyri skottilburðin. Ein 23 ára gomul kvinna og 30 ára gamal maður vóru varðhaldsfongslað í trý døgn. Seinni var ein annar 30 ára gamal maður eisini varðhaldsfongslaður í trý døgn. Fólkini siga seg vera ósek í skuldsetingunum.

Sambært BT hevur í øllum førum tann eini maðurin tilknýti til rockarabólkin Hells Angels. 

Nicki Bille er 30 ára gamal. Hann hevur spælt fyri feløg sum Villareal, Rosenborg, Evian, Lech Poznan og seinast Lyngby. Í oktober strikaði Lyngby sáttmálan við Nicki Bille, eftir at hann var skuldsettur fyri at hava hótt ein duravørð við einum luftrevolara. Hann var fyrr í ár dømdur fyri harðskap í Monaco.

Nicki Bille hevur spælt tríggjar landsdystir fyri Danmark.