Nevið Reyða fór aftur við sigrinum í dag

Tað var ikki nógv sum skilti Nevið Reyða, Gullbrand og Knørr í áttamannafarsróðrinum á Sundalagsstevnu í dag

Klaksvíkingar fóru eisini við sigrinum í áttamannafarsróðrinum á Sundalagsstevnuni í Hósvík í dag.

 

Talan gjørdist um ein spennandi róður millum tríggjar teir fremstu bátarnar. 

 

Nevið Reyða var 13/100 av einum sekundi frammanfyri Gullbrand sum var næstfremsti báturin í róðrinum í dag. Gullbrandur var eitt stórt sekund frammanfyri Knørr, ið var næstfremst á Norðoyastevnu.

 

##med2##