Í august í ár var arbeiðsloysið í Føroyum 1,6 prosent. Tað vísir ein tann seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Tað er eitt vet minni enn tað var í juli, tá ið arbeiðsloysið var 1,7 prosent, men tølini vísa eisini, at arbeiðsloysið er nógv minkað hetta seinasta árið, tí í august í fjør var arbeiðsloysið 2,4 prosent.
Tað merkir, at tilsamans eru tað 433 fólk í Føroyum, sum eru arbeiðsleys. Tá ið arbeiðsloysið var minst, vóru 367 fólk arbeiðsleys, og tað var í juni í 2008. Tey, sum eru við í tølunum, eru tey, sum fáa stuðul frá Als, men eisini tey, sum ikki fáa stuðul frá Als, men sum eru skrásett hjá Almannaverkinum at vera arbeiðsleys.
Tað er ikki serliga stórur munur á arbeiðsloysinum í teimum ymsu økjunum kring landið, tí tað liggur ímillum 0,7 prosent í Vágum har tað er lægst, upp í 1,8 prosent í Havnini. Hini økini liggja har ímillum, men Suðuroyggin er framvegis í eini serstøðu, tí har er arbeiðsloysið nógv hægri, ella 3,9 prosent. Støðan í Suðuroy er kortini munandi batnað, tí fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið í Suðuroy 5,8 prosent.