Jallurin setti tingini upp á pláss

Kvinnurnar hjá Knørrafelagnum smurdu í dag tær úr Fuglafirði av

Í Fuglafirði fyri einari viku síðani var endaspurturin hjá Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði so framúr, og tað bar við sær, at sigurin endaði í Fuglafirði.

 

Í dag var als eingin ivi. Jallurin, sum vann tríggjar tær fyrstu kappingarnar, og sum harvið er fremstur í FM kappingini, sprakk avstað, og tað var skjótt, at Jallurin legði seg greitt framum avbjóðararnar.

 

Erla Kongsdóttir og Drekin royndu at fylgja við. Talan varð eina løtu um kapping um næstfremsta plássið, men tað var kortini ongantíð nakar ivi um, at Erla Kongsdóttir var fremri í tí kappingini.

 

Tá ið tær fóru undir endaspurtin, var Jallurin tað mesta av tveimum bátslongdum frammanfyri næsta avbjóðaran. Erla Kongsdóttir vísti dygg tøk í endaspurtinum, men munurin var meiri enn ein bátslongd, tá ið teir báðir fremstu fóru um málið.

 

Sigurin í dag ber við sær, at Jallurin nú er greiður favorittur í FM kappingini.

 

 

1 Jallurin 05.11.48

2 Erla Kongsdóttir 05.14.05

3 Drekin 05.18.10

4 Sílið 05.23.18

5 Teistin 05.23.47

6 Tekla 05.29.00

 

FM støðan

1 Jallurin 34

2 Erla Kongsdóttir 30

3 Drekin 26

4 Teistin 16

5 Tekla 14

6 Sílið 12