Meldaði seg sjálvan fyri rúsdrekkakoyring

Í gjárkvøldið upplivdi løgreglan tað sjáldsama, at ein persónur meldaði seg sjálvan fyri rúsdrekkakoyring

Tað var ein persónur, sum hevði koyrt út av vegnum á Kambsdali. Persónurin, sum koyrdi bilin, ringdi sjálvur á politistøðina og boðaði frá, at hann hevði koyrt útav, og at hann var ávirkaður av rúsdrekka. 

Løgreglan fór á staðið, og persónurin varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

– Har var tíbetur eingin mansskaði, og persónurin var einsamallur í bilinum.