Útskiftingsgølan var ein misskiljing

Liga Cup: Venjari hjá Chelsea bleiv í øðini inn á málverjan

Chelsea tapti í dag Liga Cup finaluna, ið eisini verður mett sum tann minna av steypakappingunum í Onglandi. Tað hendi eftir 120 minuttir uttan mál og síðani brotssparkskapping.

 

Les eisini: City vinnari av Liga Cup

 

Størsti dramatikkurin kom í minuttunum undan brotssparkskappingini, tá málverjin hjá Chelsea, Kepa Arrizabalaga, ikki vildi lata seg skifta út. Hann hevði onkrar trupulleikar við krampa frammanundan, men vildi ikki av vøllinum, sjálvt um eykamálverjin stóð til reiðar.

 

Venjarin hjá Chelsea var í øðini um hendingina. Maurizio Sarri er longu ein kroystur maður og eina løtu sá út til, at hann ætlaði sær av Wembley, áðrenn brotssparkskappingin var byrjað. Eftir finaluna var hann tó sissaður eitt sindur.

 

- Tað var ein misskiljing. Eg helt, at málverjin hevði krampa og ikki kundi halda fram, men soleiðis var tað ikki. Hann skilti, at eg vildi skifta hann út orsaka av skaðanum, men at tað ikki var neyðugt. Tað fann eg ikki útav, fyrr enn læknin kom út aftur á bonkin, sigur Maurizio Sarri við Sky Sports.

 

Maurizio Sarri skal hava sagt við aðrar miðlar, at málverjin hevði rætt, men at atburðurin var skeivur. Jorginho og David Luiz brendu fyri Chelsea.