Tilbúgving 400 tons av laskaslogvi standa á ellivta mánað og bíða eftir at verða koyrd burtur. Men tað er sera trupult, tí brennistøðin hjá IRF orkar ikki at brenna undan. Varð sjúkan staðfest í einum [...] var heldur einki lætt at finna eitt stað at seta teir á, sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon. Av Oljumálastýrinum, har umhvørvismál eisini verða umsitin, váttar Rókur Tummasarson, at eingin ætlan [...] aftur. Og tað kann jú verða nær sum helst. Hann vísir annars til aðrar myndugleikar, sum kunnu taka sær av eini slíkari ætlan. Sosialurin hevur roynt at fingið orð á landsdjóralæknan. Men tað eydnaðist ikki
digitalar sjónvarpsrásir og eina skipan, ið gevur møguleika at keypa filmar um netið, til viðskiftafólk síni um sama kaðal. Sera stór ferð Fyri at geva eina hóming av ferðini á tí internetsambandi, sum [...] Tíðin har internetsambandið fer ígjøgnum telefonkaðalin við sniglaferð er um at vera av. Í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík ber nú húsarhaldum til at fáa internetsamband við høgari ferð annaðhvørt ígjøgnum [...] alt internetsamband millum Føroyar og útheimin. Føroyingar høvdu soleiðis ikki fingið nógvan fyrimun av skjóta internetsambandinum hjá Lina.net, um allur trafikkurin skuldi ígjøgnum tey 8 Mbit/s, sum Førya
stóru andstøðuflokkarnir, ið fingu góð 40% av atkvøðunum til seinasta val, nýta sín demokratiska rætt at siga sína meining. Veika samráðingarstøðan kemst av, at kantuta støða Tjóðveldisfloksins forðar [...] hendan samgongan hevur sum heild ikki verið tann, ið hevur útvíst best dømikraft, tá tað kemur til val av formonnum og landstýrismonnum. Undirbrotligheitin hjá Tjóðveldismonnum kemur serliga til sjóndar við [...] sjálvar definera, hvat teir leggja í ríkisfelagsskapin. Hví skulu Føroyingar ikki megna at gera eina skipan innnan ríkisfelagsskapin, ið verður slóðbrótandi í statsrættarligum høpi uttan nakað fortilfeldi
megafonini á Christiansborg, vinnur rættin til at siga søguna um Føroyar og føroyingar, tí afturljóðini av røðarapallinum á Christiansborg eru hvøll - í Danmark, úti í heimi og í Føroyum. Ein føroysk tjóðskaparrødd [...] Føroyar vaksnar úr nøkrum fáum ferkilometrum til eina stórhavstjóð, sum ræður yvir 300.000 ferkilometrum av havøki og røkkur norður um pólkringin. Bara hetta átti at verið nóg mikið til at sagt okkum, at lógin [...] grundarlagið undir okkara materiellu vælferð, meðan blokkstuðulin úr Danmark er tódnaður niður í 3 prosent av okkara bruttotjóðarúrtøku. Stóri vøksturin í búskapinum sæst aftur í fólkatalinum, sum er farið úr
tunlarnar, men bara fyri rakstur og viðlíkahald. Sjálvstýrisflokkurin mælir frá, at rakstur og viðlíkahald av tunlunum verður lagt til tað almenna. Rossahandlar uttan ross vekja altíð til órógv og iva. Soleiðis [...] Sjálvstýrisflokkurin boða frá, at tí tekur flokkurin ikki undir við. Heldur eiga vit at varðveita verandi skipan og lata nýtslugjald vera, soleiðis at tunlarnir framhaldandi verða hildnir við líka og lúka øll krøv [...] krøv, sum setast tílíkum tunlum í sambandi við trygd og høgleika. Eitt og sama partafelag Umsitingin av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eru skipað undir einari felags umsiting í P/F Tunnil. Tó eru tunlarnir
fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar eru limur í NAFO, tí Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í havøkinum, sum NAFO umsitur. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22 [...] tilmælið, at semjast um at eina hækking, og MLV varð ásett til 12.613 tons fyri 2025. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 2.819 tons, samanborið við 2.617 tons í [...] fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðubann hevur verið síðani 1993. Kanada hevur eina kvotu á 95% av MLV. Semja var um at lata toskastovnin koma fyri seg komandi árini og ein kvota varð ásett til hini
staðiliga at afturvísa, tá ið løgtingslimir føra fram, at vit øll hava ábyrgdina av, at arbeiðið at byggja Glasir, er farið heilt av leið. Tað staðfesti Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður í dag. Løgtingið hevur [...] tók orðið og harmaðist um, at hendan glæsiliga verkætlanin, sum av álvara skuldi vísa okkara ungdómi fram í tíðina, nú er farin heilt av leið. Og hann leggur afturat, at tíverri er Glasir, blivið til ein [...] Hann sigur, at sjálvandi hava politikarar politisku ábyrgd av tí, teir samtykkja, men tað er bara ein, sum hevur landsstýrismannaábyrgd av teimum málum, hann, ella hon, umsitur, og tað er landsstýrisfólkið
tað ríkidømi av grønari orku, vit eru umgyrd av – sum vindi, vatni, sjóvarfalli og enntá sólini. Elbilar hóska sera væl í Føroyum, tí avstandirnir eru stuttir, og teir kunnu nýta part av teirri yvirskotsorku [...] er bert ein avmarkaður partur av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum. Framvegis koma um 90 % av teirri orku, vit nýta, frá oljuni. Her eru tað serliga skipaflotin og upphiting av húsum, sum krevja nógva olju [...] sigur Bjørt. Tingkvinnan hevur vegna Tjóðveldi lagt eina røð av “grønum orkuuppskotum” fyri Løgtingið. Uppskot um at seta ferð á menningina av grønari orku til gagns fyri húsarhald og vinnu. Millum teirra
fyrisiting av fiskiskapinum í 1997. Hesi somu lond gjørdu í oktober 1997 og oktober 1999 avtalu um fyrisiting av fiskiskapinum í ávikavist 1998 og 1999. Stovnurin vaksin ? Í nítiárunum er stovnurin av norðhavssild [...] 1999 varð semja gjørd millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um eina skipan um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini fyri 2000. Fyri 1996 komu tey 4 strandalondini Ísland, Føroyar [...] Grundarlagið undir ásetingini av heildarkvotuni fyri 2000 var tilmælið frá ICES um støðuna og útlitini fyri norðhavssildastovnin og ein frágreiðing, sum ein arbeiðsbólkur av fiskifrøðingum og fólki frá
Sosialurin saman við serkønum fólki frá FarCom (Kunningartænastuni) ment eina skipan, sum vit halda fer at hóska væl til internetútgávu av blaðnum. Ein og hvør, ið er íbundin netið, kann í dag ókeypis lesa Sosialin [...] og eitt sambindingarlið, sum tú kanst trýsta á fyri at koma inn á Sosialin. Hetta er ein ókeypis skipan í royndartíðini. Flestu stóru bløðini út í heimi hava eisini eina internetútgávu. Men tað eru bert [...] sum blaðfólkið skrivar, og innsent tilfar at síggja í netútgávuni. Myndir verða eisini til nakrar av greinunum, og so ikki at gloyma Óla P, sum eisini er við. Men vit arbeiða støðugt við at byggja út