Nú verður dýrari at hava hús standandi

Kommunur sleppa nú at leggja avgjald á hús, sum eingin býr í

Skjótt sleppa kommunurnar kring landið at leggja avgjøld á summarhús og á hús, sum eingin annars hevur fastan bústað í. Tað er úrslitið av einum fundi, sum nýliga hevur verið ímillum Kommunufelagið og landsstýrið.

 

Tað hevur verið eitt afturvendandi kjakevni, at kommunur eiga at fáa hesa heimildina, tí hús skulu hava kloakk, vatn frá kommununi. Ruskið skal eisini takast og sostatt hava kommunurnar stórar útreiðslur av at húsunum í bygdini. Men tey, sum eru fastbúgvandi í kommununum, rinda skatt, men hinvegin hevur kommunan bara útreiðslur av húsum, har eingin býr í, uttan at fáa nakr inntøku av skatti.

 

Herfyri heitti Sunda kommuna á Kommunufelagið um at taka málið upp. Tey halda, at avgjaldið eigur at verða so mikið høgt, at tað fær eigaran at taka støðu til, um húsið skal seljast, ella um tað skal leigast út. Tænastugjaldið skal sostatt verða so mikið høgt, at tað skal ikki loysa seg at lata húsini standa tóm, halda tey í Sunda Kommunu.

 

Les meiri um tað her: Soleiðis vilja tey minka um bústaðarneyðina

 

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur, at málið er longu tikið upp og Kommunufelagið hevur verið á fundi við landsstýrið, har hetta málið eisini varð umrøtt. Og hann sigur, at tað var full semja um, at seta eina slíka skipan í gildi.

 

Hann sigur, at støðan hjá Landsstýrinum var tann, at vilja kommunurnar hava heimild at leggja tænastugjøld á tóm hús, skulu tær eisini fáa tað. Stjórin í Kommunufelagnum sigur, at tí er tað alt, ið talar fyri, at fyrsta januar næsta ár, fáa kommunurnar heimild at leggja tænastugjald á hús, har eingin hevur fastan bústað.

 

Hvussu stórt hetta gjaldið skal vera, er ikki greitt enn, tí tað verður so umrøtt, sum árið líður, men ætlanin er so at landsstýrið skal leggja málið fyri Løgtingið eftir ólavsøku.

 

 – Í nógvum kommunum eru tað fleiri hús, sum standa tóm, og tey skulu hava vatn, kloakk, og aðrar tænastur, sum onnur hús hava. Men tá ið eingin býr í teimum, hevur kommunan heldur ongar skattainntøkur og tað merkir, at tað verður lutfalsliga nógv at rinda hjá teimum skattgjaldarunum, sum eru, sigur Eyðun Christiansen.

 

– Hetta er eitt endurgjald fyri, at eingin skattgjaldari býr einum húsum í einari kommunu. Hetta er annars eitt gamalt mál, ogein orsøk til, at tað hevur gingið so striltið at seta tað í er, er, at nakrir politikarar fata hetta sum eina roynd at sníkja ognarskatt inn á føroyingar. Men tað vísir Eyðun Christiansen aftur. Hann sigur, at hetta er ikki í familju við ognarskatt. Hetta er eitt tænastugjald og talan er ikki um at leggja gjald á hús, har fólk býr.

 

Tosað hevur eisini verið um at áleggja bústaðarskyldu, men Eyðun Christiansen sigur, at hetta er eitt størri mál og tað er í hvussu so er ikki tað, sum liggur næst fyri.