Álitið má endurreisast

Bjørt Samuelsen undrast á, at vinnumálaráðharrin við lóg vil verja ferðavinnuna móti sær sjálvum, men heldur hinvegin, at um ein umskipan av Ferðaráðnum til eitt alment partafelag kann vera við til at endurreisa álitið á almennu umsitingina av ferðavinnuni, so er tað rætt at gera tað

Ingolf S. Olsen

Politiski tubulensurin rund­an um Ferðaráðið ella Visit Faroe Islands seinastu nóg­vu árini hevur sett so djúp sár í álitið á politisku skipan­ina, tá tað snýr seg um hand­far­ingina av ferða­vinnu­ni, at nærum alt, sum kann bøta um hetta, má fáa góða mót­tøku.
Tað heldur Bjørt Samuel­sen, vinnupolitisk fram­søgu­kvinna hjá Tjóðveldi, og hon heldur tískil eisini, at tað er í lagi at skipa Visit Faroe Is­lands sum eitt alment parta­felag, um tað er tað, sum skal til.
- Alt, sum kann vera við til at endurreisa álitið, er eitt stig á rættari leið, men sjálvsagt eru fleiri iva­spurn­ingar, sum eg eisini fari at gera mítt til at fáa reist, tá hetta uppskotið kem­ur fyri í tinginum. Millum ann­að hevur tað fyrr elvt til kjak í politisku skipanini, um tað er rætt at brúka eina parta­felags­konstruksjón, tá tað snýr seg um at skipa virksemi, sum ikki í sær sjálvum skal hava vinning. Hetta mugu vit kan­na og viðgera og sjálvsagt seta í mun til teir fyrimunir og vansar, ið kunnu verða, sig­ur hon.

Farvæl innlit
Hon sigur, at tað smakkar henni illa at skula siga farvæl til møgu­leik­an hjá miðlunum og øðrum áhugaðum at biðja um alment innlit í um­sit­ing­ina av ferðavinnuni, tá Visit Faroe Islands er vorðið al­ment partafelag.
- Men her vigar tað meira, at stovnurin verður skildur frá politisku skipanini, tí søgan er so ræðandi. Síða­ni mugu vit hava álit á, at stovnurin sjálvboðin fer at virka eins opið og gjøgn­um­skygt, sum hann nú skal gera sambært lógini um alment inn­lit. Tað ber jú eisini til at seta reglur um alment inn­lit í lógina um almenna parta­felagið.
- Annars haldi eg, at Visit Faroe Islands hevur nøku­lun­da sama leiklut í mun til ferða­vinnuna, sum almenna parta­felagið Fiskaaling hev­ur í mun til alivinnuna, og har má eg siga, at tað hevur rigg­að væl, sigur Bjørt Samuel­sen.

Sjálvverja
Hon kann tó ikki lata vera við at undrast á, at hetta stigið verð­ur tikið av júst hesari stjórn­ini.
- Høvuðsgrundgevingin er jú at sleppa Visit Faroe Is­lands undan óstabiliteti veg­na politiskum turbulensi. Við øðrum orðum vil Johan Dahl nú við lóg verja ferðavinnuna móti sær sjálvum. Men tað er eisini upp á sítt pláss, tí tað vóru nøkulunda teir somu sum nú, ið ráddu, tá Ferðaráðið fyrst varð av­høvdað fyri at geva rúm fyri Samvit, sum síðani eisini varð avhøvdað, so vit í trý ár als onki ferðaráð høvdu, sig­ur Bjørt Samuelsen.