Setti skump undir gerðarrættin

- Skulu vit vísa á okkurt gott, sum er komið burtur úr ónøgdini hjá fakfeløgunum við Fasta Gerðarrættin má tað vera tað, at tað hevur skumpað undir tað uppýsandi arbeiði og ætlanina at endurskoða hann, sigur Kári á Rógvi, nevndarformaður

Nú skal sáttmálin um Fasta Gerðarrættin endurskoðast. Og somuleiðis skal Gerðarrætturin undir eitt størri arbeiði at upplýsa og kunna feløgini á arbeiðsmarknaðinum um stovnin, hvussu hann virkar og hvørjir møguleikar tey hava

Kári á Rógvi, nevndarformaður í Fasta Gerðarrættinum, sigur, at tað er ein niðurstøða á fundinum, sum nevndin og dómarar høvdu í gjár í kjalarvørrinum á ónøgdini, sum fakfeløg hava víst eftir úrskurðin um portørverkfallið.

- Taka vit ítøkiliga málið um portørarnar sum dømi, er ta gjørt til eitt prinsippmál um fráboðanarskyldu. Í hesum føri var talan um eitt ávíst felag í einum ávísum arbeiðsøki.

- Men í einum slíkum føri kann hugsast, at talan er um eitt prinsipp, har onnur fakfeløg siga, at tey vilja sleppa at siga sína hugsan um málið, tí talan er um eitt prinsipp, sum eisini hevur týdning fyri tey.

- Slíkir spurningar eiga vit at kunna betri um, sigur Kári á Rógvi.

Hann leggur afturat, at í hesum sambandi kann talan eisini verða um onnur prinsippmál um barsilsrættindi, mótrokningar, ella hvat tað skal vera.


Sáttmálin endurskoðast

Men niðurstøðan av fundinum var eisini, at nú er stundin komin at brúka ásetingina í skipanina, har tey hava skyldu til at endurskoða sáttmálan.

Hann vil ikki siga, at tað er ein beinleiðis avleiðing av hesum ítøkiliga málinum, tí hetta hevur verið í umbúna. Men hann ásannar kortini, at hetta hevur sett skump undir ætlanina.

- Hetta ítøkiliga málið hevur í hvussu gjørt okkum varug við, at tað eru nøkur viðurskifti, sum treingja til at verða umrødd.

- Í hesum sambandi fer Gerðarrætturin undir eitt fundarumfar við øll feløgini, sum eru við fyri at vita, hvørja hugsan tey hava um stovnin, hvussu hann skal virka og, hvørji mál, hann skal viðgera.

- Men hjá øllum feløgunum hevu málið um portørarnar eisini varpað ljós tann veruleika, at vit hava hesa skipanina og at hon hevur stóran týdning.

- Hetta er samstundis ein skipan, sum feløgini sjálvi eiga og tí er eisini at vóna, at tey gera sína ávirkan galdandi um, hvussu hann skal virka.

Ein spurningur í hesum sambandi er at gera greitt, hvørji mál Fasti Gerðarrætturin yvirhøvur skal taka upp og hvørji mál ikki hoyra undir hann.

Hann vísir í hesum sambandi á, at feløgini gera sjálvi av, hvørji mál, gerðarrætturin skal taka upp.

Eitt nú heldur hann, at tað eru nógvir óloystir tulkingarspurningar, sum feløgini kundu havt fyrimun av at lagt fyri Gerðarrættin.

Tí vónar Kári á Rógvi eisini, at feløgini møta fjølment, tá ið fundarumfarið verður um at endurskoða sáttmálan.

Annars hevur Fasti Gerðarrætturin heimasíðuna www.fg.fo, har úrskurðir, frágreiðingar, vegleiðingar og nógvir aðrir upplýsingar um stovnin eru at finna.

Les eisini greinina: Ongin dómari

fer frá