Hesa vikuna varpar morgunútvarpið m.a. ljós á sálarheilsu, og í morgum umrøddu m.a. fakfelagsfólk “Recovery”, hetta at fáa arbeiðsfólk á føtur aftur, tá og um
slík onkusvegna “høvdu fingið um skrúvuna, sálarliga sæð”.
Arbeiði tíðir nógv í tilveruni, fyri lívsgóðskuna og myndar fyri sín part lívið sjálvt.
Øll kunnu fáa hóttafall og eina tíð kenna seg missa fótafestið, privat so væl sum í arbeiðshøpi. Tað kann kosta arbeiðsførleika bæði í dygd og vævi, sjúkrafráveru og lívsdygd.
Tí er tað eitt frambrot, tá og um arbeiðsgevarar so væl sum fakfeløg gáa um síni arbeiðsfólk, eisini í sálar- og trivnaðarhøpi og saman menna skipanir at lofta sínum fólkum aftur. Tað er verulig starvsfólkarøkt og umsorgan til felags gagn.
Hvat íð akkurát kann koppa fólki er individuelt, og tískil er umráðandi at hava eina smiðliga hjálparskipan í tøkum tíma og á røttum staði, so trupuleikin ikki fær vaksið seg so óneyðuga stóran, at alment heilsuverk má uppí, og persónurin kanska kennir seg eyðmerktan sum beinleiðis sjúkan.
Mínar drúgvu arbeiðsroyndir eru so, at mangan skal lutfalsliga lítil dugni til, væl at merkja í tøkum tíma og á røttum staði.
Mær kunnugt gáa summi føroysk arbeiðspláss væl um sítt fólk og hava fastar hjálparskipanir.
Eri júst afturkomin av árligum eftirútbúgvingarskeiði innan sálarfrøðitænastuna hjá Ríkispolitinum, har av nýggjum hesuferð var ein sonevnd KSO-skipan (Kollegial StøtteOrdning), har ávís starvsfólk, ofta álitisfólkini, vera útbúgvin til og fáa ávsettar lønartímar til at halda eyga við arbeiðsførleika og vælveru starvsfelaga, sjálvi dugna ,har tey røkka og annars gjøgnum starvsfólkaleiðsluna kunnu aktivera ta landsdekkandi psykologtænastu, sum stovnurin frammanundan hevur avtalu um at traðka til í neyðugum føri.
Og øvugt kunnu so slík KSO-fólk á staðnum seinri fylgja frak-sálarfrøðiligum tiltøkum upp til tess at vissa er fingin fyri, at vána støða veruliga er bøtt arftur, og at meðarbeiðari aftur er uppi í fullum snúvningum og kennir seg samsvarandi væl.
Stavnhaldið er ikki at sneyta í privátum forløgum, men verulig starvsfólkarøkt og at gáa um og bøta á røttum staði í tøkum tíma, áðrenn sálarlig skeina gerst til óneyðugt varandi mein.
Fólk, sum onkusvegna kenna seg vera í kreppu ,kunnu vera ørðkymlað og orka mangan sjálvi ikki at søkja sær neyðuga hjálp, og tí er tað neyðugt, at onkur onkusvegna nærstandandi gáðar erftir og traðkar til at aktivera neyðugan dugna, veri tað seg innanstovna ella frá alment etableraðum heilsustovnum.
P.S. Annars fyllir føroysk psykiatri seinri í hesum mánaði hálvthundrað ár, og í míni verð er størsta frambrotið av fleiri munandi HUGBURÐSBROYTINGIN
rætta vegin frá at hava seg burtur frá sálarsjúkum fólkum til at tola og viðurkenna slík sum náttúrligan part í almena rúminum og umsíðir ásanna, at tað at fáa sálarligt bakkast kunnu vit øll ella onkur í næstrahøpi eiga á. Tað er tískil eingin persónlig skomm, har øll burdu vara av hvørjum øðrum.