Ungfólk detta niðurímillum

Eini 10 ung í Føroyum hava so álvarsligar trupulleikar, at verandi skipan ikki megnar at hjálpa teimum

Sum er, hava vit ikki skipanirnar til at lofta og hjálpa eini 10 ungum føroyingum við víðfevndum og samansettum sosialum, sálarligum og rúsevnatrupulleikum. Tað sigur ein arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt tilmæli um tilboð til ung, sum hava serliga stórar og samansettar trupulleikar.

 

Samanumtikið er talan um ung, sum ikki eru før fyri at taka sær av sær sjálvum, og sum kunnu vera ein vandi bæði fyri seg sjálv og onnur í samfelagnum, stendur í tilmælinum.

 

- Vi kunnu staðfesta, at tað eru ung í Føroyum, sum hava álvarsligar trupulleikar av rúsdrekka- og rúsevnamistnýtslu, harðskapi, prostitutión og øðrum lógarbrotum. Talan er um eini 10 ung fólk, sum verandi skipan ikki megnar at hjálpa, og sum tí detta niðurímillum, sigur arbeiðsbólkurin í tilmælinum, sum varð handað landsstýriskvinnuni í almannamálum í apríl mánaði.

 

Arbeiðsbólkurin varð settur at arbeiða við at gera tilmæli um tilboð til ung við serliga stórum og samansettum trupulleikum eftir øksarálopið á Landavegnum í mai í fjør, tá ein maður varð álopin eftir eina veitslu, sum byrjaði í vardum bústaði hjá ungum manni, ið var dømur í varðveitslu hjá Almannaverkinum.

 

Orsøkirnar til at hesi ungu enda í misnýtslu og lógarbrotum eru fleirfaldar og torgreiddar. Í fleiri førum er talan um børn, sum ikki hava fingið ta neyðugu umsorganina. Í øðrum førum er talan um børn við umfatandi sálarligum sjúkum, ADHD ella autismu, sum hava ilt við at fóta sær, tí tey hava ikki fingið ta røttu hjálpina rættstundis.

 

Arbeiðsbólkurin staðfestir, at hóast fleiri skipanir í hvør sínum lagi gera sítt fyri at veita viðgerð, hjálp og stuðul, so ger tað seg alt ov ofta galdandi, at almennu fyriskipanirnar ikki røkka hesum ungu, og at viðgerðartilboðini ikki megna at lofta og hjálpa teimum.

 

Arbeiðsbólkurin hevur tosað við tey ungu, sum kenna tað, sum um tey verða slept upp á fjall. Tey kundu hugsað sær at fingið at vita, hvør hjálpir teimum,  og hvønn tey kunnu venda sær til at fáa hjálp.

 

Í tilmælinum til landsstýriskvinnuna í almannamálum mælir arbeiðsbólkurin til at skipa eitt tvørfakligt og matriulleyst toymi, sum verður sett burtur av at taka sær av hesum ungu. Toymið skal mannast við fýra-fimm starvsfólkum við sosialfakligari, námsfrøðiligari og heilsufakligari útbúgving. Tey skulu virka sum bindilið millum tann unga og teir stovnar og myndugleikar, sum veita viðgerð og tænastur.

 

Landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Rigmor Dam hava í vikuni undirskrivað eina avtalu um samstarv til tess at seta í verk tilmælið, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt um tilboð til ungar føroyingar, ið verandi almennu fyriskipanir ikki megna at hjálpa.

Í fyrsta umfari verður byrjað við at orða eina royndarskipan við nøkrum heilt fáum ungum fyri at vita, hvussu innsatsurin riggar, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Miðað verður eftir at seta í gildi tilboðini til ung við serligum og samansettum trupulleikum tann 1. januar 2019.