Skal nakað gerast fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum, ið reka matstovur og gistingarhúsvirkssemi í Føroyum, er neyðugt at fáa politiska myndugleikan við á vøllin. Tað tykist í hvussu so er at vera meiningin hjá teimum flestu, sum fáast við hesar báðar vinnur.
Onkur tosar um, at matstovur skulu gjalda minni í meirvirðisgjaldi – ein skipan, sum sær út til at rigga væl í eitt nú Íslandi – meðan onnur tosa um at broyta tær reglur, sum skeinkiloyvishavarar arbeiða undir, har Rúsdrekkasøla Landsins skal taka sær av øllum innflutningi av víni, útlendskum øli og spiritusi.
Fyri at gera politiska myndugleikan varhugan við umstøðurnar, vóru umboð fyri matstovu- og gistingarhúsfelagið á fundi í Vinnumálaráðnum herfyri. Á fundinum fekk Johan Dahl, landsstýrismaður, at vita, at støðan ikki er so góð hjá fleiri, sum fáast við hesar vinnur. Tað snýr seg í flestu førum um kostnaðin at reka slíka vinnu, og víst varð á, at grannalond okkara í nógv ár hava ásannað, at tað ikki ber til at krevja ov nógvar pengar í avgjøldum, skattum og øðrum, um mann vil hava eina burðardygga og vælvirkandi matstovu- og gistingarhúsvinnu.
FÆR EITT TILMÆLI
Johan Dahl var væl nøgdur við fundin, og partarnir hava eisini avrátt at fara víðari við málinum.
-Fyri fyrst hava vit avrátt, at matstovu- og gistingarhúsfelagið kemur við eini frágreiðing til Vinnumálaráðið, har víst verður á teir trupulleikar, sum vinnurnar eru í. Eg havi eisini avtalað við felagið, at tað kemur við uppskotum ella tilmælum til loysnir, sum kunnu gera umstøðurnar betri, sigur Johan Dahl.
Politiska viðgerðin av málinum kann so byrja við útgangsstøði í tí, sum felagið mælir til. Sum er, hoyra nevndu vinnur til í ikki færri enn trimum aðalráðum. Vinnumálaráðið tekur sær av tí, sum hevur beinleiðis tilknýti til vinnulívið. Ella soleiðis plagdi tað í hvussu so er at vera, men í sambandi við at allir smálutir skuldu fáast upp á pláss, tá seinasta samgonga varð skipað, varð ferðavinna flutt í Uttanríkisráðið. Ein avgerð, sum tað ikki eru so nógv, ið skilja – millum annað stjórin á Hotel Føroyum, Jóhannes Jensen, ið heldur tað vera ein háðan ímóti einari vinnu í menning, og einari vinnu, sum tað tykist at vera stórur politiskur áhugi fyri, at mann brúkar hana sum kitt, tá politiskar kabalir skulu ganga upp.
Johann Dahl hevur ikki so nógvar beinleiðis viðmerkingar til tað, at ferðavinna ikki longur er í Vinnumálaráðnum, men hann heldur tó, at rætta staðið hjá einari ferðavinnu hevði verið at hoyrt undir eitt vinnumálaráð.
Tá tað snýr seg um avgjøld – eitt nú meirvirðisgjald – er adressan Fíggjarmálaráðið. So áðrenn uppskot og tilmælir frá matstovu- og gistingarhúsvinnuni kunnu setast í verk, skulu trý landsstýrisfólk semjast, og er talan um lógarbroytingar, skal ein meiriluti á Løgtingi sum kunnugt vera fyri.