Jóannes S, Hansen starvaðist í Føroya Banka í 31 ár, men varð uppsagdur í januar 1997. Hann varð tó ikki arbeiðsleysur, men hevur arbeitt eitt skifti í Noregi sum skrivstovustjóri í fyritøku, ið umsetti fyri [...] at nógvar broytingar fóru fram í føroyska fíggjarheiminum í kreppuárunum. Bæði privatpersónar og virkir fluttu tá í Suðuroyar Sparikassa. Hesi viðskiftafólk vil deildin í Havn eisini bjóða góða tænastu [...] Hansen vísur í hevur sínar fyrimunir, hóast ein fremmandagerð liggur í hesum. Tí skulu fólk hava møguleikan at støkka inn á gólvið í deildum Sparikassans. Ræðist fremmandagerðingina Vit liva ikki í Paris ella
fóru við skipinum, pápi sigldi við, í allar ringasta veðri, og eg kom í húsið hjá Bjarna Benadiktson og systur mín í húsið hjá systir pápa Bjarna. Vit komu yvir 5.5. í 1955 og mamma Björn átti eina gentu [...] ferðin um vikuskiftið var fyrstu ferð hann vitjaði í Føroyum. - Kona hansara fortaldi mær, at tá ið tey komu til Føroyar segði hann við seg: "Hvar er Jonna í verðini?". Akkurát tá kom eg ímóti honum, Björn [...] hesa longu tíðina sum er farin. Eftir at hava verið genta í húsinum fór hon á sjokolátaverksmiðju at arbeiða. Men í 1987 vitjaði Jonna aftur í Íslandi og tá legði hon saman við familju síni krans á gravstaðin
av feløgunum, sum í hesi seinastuni árini eisini hava verið við í kanningunum á føroyska landgrunninum. Tey eru umleið 25 tali, feløgini, sum higartil hava víst áhuga fyri at vera við í eini komandi útbjóðing [...] teimum stóru íløgunum, sum skulu gerast í einum nýggjum og ókendum øki sum Føroyar, hava flestu av feløgunum skipað seg í bólkar ella samtøk við trimum til fýra feløgum í hvørjum. Lági oljuprísurin og vánaligu [...] Føroyum eitt nú í sambandi við bæði mark og útbjóðing. Hann leggur aftrat, at tey bæði feløgini, sum eru eftir í samtakinum, fara nú at fylgja við í tí, sum hendir. Bo Wilfang heldur, at tað fara helst at verða
Kaggin varð stovnaður í 1969, og hevur hildið til ymsastaðni í Havnini, til húsini á Dalavegnum vórðu keypt. Í 1987 brendu húsini, og umvæling varð gjørd. Tá ið flutt inn aftur var í tey umvældu húsini, [...] byggifyritøku. Síðani oktobur í fjør hava tey so bíðað spent eftir nýggja hølinum, sum nú eru tikin í nýtslu. Ikki meira alment enn áður Ongin beinleiðis broyting verður tó í virkseminum hjá Kagganum, hóast [...] 19 vóru ymsir gestir bodnir til móttøku, har Jens Pauli í Dali, formaður fyri frítíðarfelagið Kaggan, ella Palleba, sum tey flestu kenna hann í Kaggunum, beyð vælkomin til kalt borð. Eftir einum tíma ella
at tilfeinginum í landinum, sigur landsstýrismaðurin. Kunnu royndirnar í hesum oyggjalondum vera við til at geva føroyingum hugskot um nýggjar vinnur? Munurin er, at vit í Føroyum fyrst og fremst hugsa [...] Nú skulu Føroyar hava skipaðan vinnupolitikk. Í hesum sambandi er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal stinga út í kortið, hvør kósin skal vera. Í arbeiðsbólkinum sita Karen Toftegaard, formaður, Jens Christian [...] har bretar leitaðu í summarfrítíðini. Ferðavinnan var tá høvuðsvinnan, men tá hópferðirnar við flogførum byrjaðu at flyta fólk suðureftir í sekstiárunum, minkaði ferðavinnan niður í lítið og einki. Tað
TB er aftur at síggja millum tíggju tey bestu fótbóltsliðini í Føroyum eftir enn ein »franskan visitt« í 2. deild. Elsta fótbóltsfelagið í landinum hevur vunnið føroyameistaraheitið sjey ferðir (bert KÍ [...] framvegis í TB, og teir trívast væl á Tvøroyri, har teir búgva mitt í býnum. Hesir báðir eystureuropeararnir vóru millum teir bestu spælararnar og frægastu málskjúttarnar í fjør, tá TB var í 2. deild, [...] vunnið tað oftari), men tað eru 11 ár síðani seinast, og síðani tá hevur TB verið í 2. deild tvær ferðir ? í 1989 og í 1997. Men nú verður 1. deildarfótbóltur aftur gerandiskostur á Sevmýri, og einki annað
sum arbeiðir fulla tíð, skal í ár betala 12.000 krónur meiri í skatti, enn starvsbróðurin, á sjónum, sum forvinnur tað sama. Hetta er ein avleiðing av nýggju reglunum í skattalógini um, at sjómenn skulu [...] avleiðing av hesum er, at samfelagsbólkarnir í Føroyum, eisini í verka mannastættini, eru ikki longur líka fyri skatalógini. Ein búskaparfrøðingur hevur roknað út fyri Føroya Arbeiðarfelag, hvussu nógv meiri [...] 264.420 krónur, ella 52,9% í skatti. Sjómaðurin betalir hinvegin 219.608 krónur í skatti, tað eru 43,9%. Sostatt skal tann á landi betala 9 %, ella heilar 44.813 krónur meiri í skatti av eini inntøku uppá
fyrsti partur av hesi stórvikuni í Føroyahúsinum, verður løgd til rættis saman við føroyska Listafelagnum í keypmannahavn. Hvørt kvøld uttan mánakvøldið eru ymisk tiltøk í kaffistovuni og hvønn dag ber til [...] hava framsýning í okkara hølum og á tann hátt veita sín stuðul til Føroyahúsið, sigur leiðarin. Men vit fegnast eisini um, at tey bæði føroysku ullvirkini, Tøting í Gøtu og Ullvirki í Vági seta teirra [...] sum verða vend móti teimum, sum sita við pallborðið. Sendingin fer partvís at vera send heima í Føroyum beinleiðis og óbeinleiðis. Á fundi týskvøldið 26. januar var sett hol á hetta mál, tá ið Jóannes
um ítrótt og olju, umframt annað tilfar. Alt í alt er tað óivað alt hetta tilsamans, sum hevur givið okkum heiðurstekini. Tað, at vit eru so konservativ í útgávupolitikkinum, og at vit halda okkum til [...] hvørt ár, men vanligt er at geva heiðursmerki hvørt ár. Tá er ofta býtt upp, so eitt land í Europa fær tekin og eitt í Afrika og so framvegis. Á hesum økinum vunnu Føroyar einki, men Frakland vann. Tað eru [...] vinnaran, eftir at mynd av øllum frímerkjunum hevði staðið í bløðunum. Svanbjørg Manai metir tó, at viðurkenningin, sum Føroyar fekk, hevði meira viðri, tí í hini kappingini er tað meira ein spurningur um ?smag
føroyingar ongantíð aftur at stýra rutuni, sigur Eidesgaard, sum í somu vending sigur seg virða íslendska dugnaskapin, sum Eimskip eisini vísir í Føroyum. Signar á Brúnni sær somu vandatekin. Eitt boð frá hansara [...] kinum um at eitt misálit móti fyrrverandi landsstýrismanninum Sámal Peturi í Grund, tá hann seldi Teistan í snarari vending í 1996. - Vit løgdu misálitisuppskot fyri ting, júst fyri at vísa okkara ónógd [...] Hóast bæði Jóannes Eidesgaard og Signar á Brúnni hvør í sínum lagi vísa á, at tað er landsstýrið og løgmaður, sum hava bóltin í málinum um Skotlandssiglingina, so er ikki óhugsandi, at tað verður andstøðan