TB er aftur at síggja millum tíggju tey bestu fótbóltsliðini í Føroyum eftir enn ein »franskan visitt« í 2. deild.
Elsta fótbóltsfelagið í landinum hevur vunnið føroyameistaraheitið sjey ferðir (bert KÍ og HB hava vunnið tað oftari), men tað eru 11 ár síðani seinast, og síðani tá hevur TB verið í 2. deild tvær ferðir ? í 1989 og í 1997.
Men nú verður 1. deildarfótbóltur aftur gerandiskostur á Sevmýri, og einki annað er heldur náttúrligt á einum so stórum plássi, sum Tvøroyri er. Sunnudagin byrjar bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið, og tá tekur TB ímóti føroyameistarunum B36.
Sum tað kann lesast aðrastaðni á hesi síðuni, verður Tórður Holm helst ikki at síggja á TB-liðnum sunnudagin ella í nøkrum øðrum dysti í nærmastu framtíð. Hetta er ein stórur smeitur fyri TB, sum sostatt má vera sín liðskipara seinastu árini fyriuttan í øllum førum ein stóran part av kappingini.
Men maður kemur í mans stað, og á Tvøroyri fegnast tey um, at Óli Johannesen er komin heim aftur til barndómsfelagið eftir at hava spælt við B36 í tvey ár.
Sum heild er hampuliga nógv fólk hjá venjaranum at taka av. Fleiri heilt ungir og evnaríkir spælarar eru nú tiknir upp í rekkjurnar hjá teimum vaksnu, og harafturat eru fleiri, sum venja í Havn.
TB og hini suðuroyarliðini eru í eini heilt serligari støðu við tað, at so nógvir av spælarunum búgva og arbeiða í Havn. Suðuroyingar hava fingið vágbingin Hans Nielsen at taka sær av venjingini hjá hesum »útisetunum« í Havn, men uttan at seta spurnartekin við venjaraevnini hjá Hans Nielsen, so er tað sjálvandi ikki tað sama sum, at venjarin hevur allar spælararnar til venjing sjálvur.
Í TB hava tey gjørt soleiðis, at teir 7-8 TB-ararnir í Havn sum oftast koma suður fríggjakvøld og venja so fríggjakvøld ella leygardag saman við venjaranum.
Venjarin er jugoslavi, eitur Zoran Pavlovic og er væl lýddur á Tvøroyri. Ein annar jugoslavi, Sasha Radosavljevic, er eisini framvegis í TB, og teir trívast væl á Tvøroyri, har teir búgva mitt í býnum.
Hesir báðir eystureuropeararnir vóru millum teir bestu spælararnar og frægastu málskjúttarnar í fjør, tá TB var í 2. deild, og spennandi verður at síggja, um teir eisini kunnu gera seg galdandi í 1. deild, ið er at meta sum ein annar heimur enn 2. deild. Her eru liðini betri, krøvini størri og so er sjálvandi eisini møguleikin fyri altjóða luttøku nógv betri í 1. deild enn í 2. deild.
Men tað er ivasamt, um TB stílar so høgt í ár. Endamálið má fyrst og fremst vera at gera liðið til fast innbúgv í bestu deildini, so sum tað var heilt frá 1942 til 1988. Hetta tíðarskeiðið vann TB sjey føroyameistaraheiti ? í 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980 og 1987. Tað áttanda kemur helst ikki í ár, men uppflytingin í fjør var so eitt stig tann rætta vegin.