Postverk Føroya fekk heiðurstekin í Fraklandi

Frímerkjadeildin hjá Postverki Føroya luttók á altjóða frímerkjaframsýning í París í døgunum 2. til 11 juli. Eini 300.000 fólk vitjaðu og Frímerkjadeildin fekk heiðurstekin

Dagfinn Olsen


Eini 250 básar vóru á Philex France 99, har frímerkjahandlarar og postverk sýndu fram.

Føroyingar áttu ein bás og tað var Svanbjørg Manai frá Frímerkjadeildini, ið tók ímóti, tá eitt sonevnt redaktionelt heiðurstekin varð latið Postverki Føroya.

Svanbjørg Manai sigur, at hetta er fyrstu ferð, at eitt slíkt heiðurstekin verður givið. Tað verður givið fyri gott kunningartilfar og skynsaman útgávupolitikk. Bløðini Timbroloisire og Timbropress hava latið heiðurtekini. Nevnt var, at Postverk Føroya var góð fyrimynd fyri onnur postverk. Franskir blaðmenn hava kosið vinnaran og Postverk Føroya metir hetta, sum týðandi viðurkenning av arbeiðinum, ið verður gjørt á frímerkjaøkinum.


Gera nógv burturúr

- Heiðurstekin vórðu givin til ymisk lond. Tað vit vunnu, var ikki ein vanlig heiðursløn. Hetta var fyrstuferð, at hetta heiðurstekin varð latið og franskir blaðmenn lótu Postverki Føroya heiðurstekini fyri útgávupolitikkin og fyri tað tilfar, ið verður sent út, tá sent verður til kundar og fjølmiðlar. Tað eru faldarar og upplýsingar og sum so øll heildin, sigur Svanbjørg Manai.

- Sum eitt lítið postverk, so meta vit hetta sum stóran heiður og viðurkenning. Tá vit gera eina útgávu, so er tað ikki bert ein útgáva, men vit gera nógv burturúr. Og vit geva ikki bara út í tíð og ótíð. Vit senda faldarar út, siga søguna um frímerkini og vanliga hava vit eisini blað, nevnt Nýtt um Føroyar, og tað kann vera grein eitthvørt aktuelt. Áður hava vit t.d. havt um ítrótt og olju, umframt annað tilfar. Alt í alt er tað óivað alt hetta tilsamans, sum hevur givið okkum heiðurstekini. Tað, at vit eru so konservativ í útgávupolitikkinum, og at vit halda okkum til frímerkini. Onnur lond geva alt møguligt út og eisini frímerki, ið kanska ikki eru ætlað at seta á brøv. Tað kann ofta tykjast óseriøst, metir Svanbjørg Manai.


Ferðavinna

Júst hendan stevnan er bert 10. hvørt ár, men vanligt er at geva heiðursmerki hvørt ár. Tá er ofta býtt upp, so eitt land í Europa fær tekin og eitt í Afrika og so framvegis.

Á hesum økinum vunnu Føroyar einki, men Frakland vann. Tað eru lesararnir, teir fronsku, ið valdu vinnaran, eftir at mynd av øllum frímerkjunum hevði staðið í bløðunum.

Svanbjørg Manai metir tó, at viðurkenningin, sum Føroyar fekk, hevði meira viðri, tí í hini kappingini er tað meira ein spurningur um ?smag og behag?, og tá er betri at fáa at vita, at tað ein fæst við og ger, er sum tað skal vera.

Nógv av teimum 300.000 vitjandi løgdu leiðina framvið føroyska básinum. Svanbjørg sigur, at frímerkjasavnarar ofta kenna nógv til ymisk lond.

- Men øll eru ikki savnarar og vit hava altíð ferðafaldarar við og aðrar faldarar. Og stórur áhugi var fyri hesum og vit mugu eftirsenda fleiri faldarar. Eisini er stuttligt, at fleiri koma framvið fyri at heilsa uppá, tí tey hava verið í Føroyum, sigur Svanbjørg Manai, sum vegna Føroyar tók ímóti heiðurstekininum vegna Føroyar og Postverkið.