Sunnudagin 31. januar verður fernisering, har Amariel Norðoy, Kári Svensson og Eyðun av Reyni fara at hava framsýning við akvarellum og oljumálningum. Undir ferniseringini spælir bólkurin »Elin og Kári« og húsið serverar lættan pinnamat og vín. Hendan ferniseringin, sum er fyrsti partur av hesi stórvikuni í Føroyahúsinum, verður løgd til rættis saman við føroyska Listafelagnum í keypmannahavn.
Hvørt kvøld uttan mánakvøldið eru ymisk tiltøk í kaffistovuni og hvønn dag ber til at fara inn á gólvið at keypa sær ein føroyskan døgverða frá kl. 17.
Tøting og Ullvirki framvísa
- Vit eru sera fegin um, at hesir listamenninir vilja saman hava framsýning í okkara hølum og á tann hátt veita sín stuðul til Føroyahúsið, sigur leiðarin. Men vit fegnast eisini um, at tey bæði føroysku ullvirkini, Tøting í Gøtu og Ullvirki í Vági seta teirra dám á hesa vikuna.
Fjølbroytt úrval frá hesum báðum ullvirkjum verður at síggja alla vikuna, men serstakliga hóskvøldið 4. februar. Tað kvøldið verður mannaquinuppvísing við klæðum frá hesum báðum virkjum. Lotta Nielsen fer at vísa, hvussu hon litar víkingatógvið í Vági við natúrlitum. Svein Sørensen, sum er bóndasonur úr Húsavík, fer at greiða frá, hvussu tey arbeiddu ullina á garðinum hjá teimum. Eisini fer Svein at karða, nappa og spinna.
Týskvøldið 2. februar verður stokt lambskjøt til døgverða og stórt bingokvøld, har nógvir vinningar eru føroyskur døgverðamatur. Mikukvøldið kunna fólk koma inn á gólvið at fylgja við várkappingini »Vár-Jákup« hjá Føroyska Talvfelagnum í Keypmannahavn ella fara upp á 1. hædd at lurta eftir ConBrio-kórinum hjá Marionnu Clausen.
Fríggjakvøldið 5. februar verður spennandi kafékvøld við bólkinum »Crumb« við fimm monnum.
»Villinidýr« er heiti á borðhaldinum leygarkvøldið. Hetta er sjálvtøkuborð við elgdýrakjøti, rádýri, stórhvalatvøsti, kalva og øðrum, sum verður tøkt. Undir borðhaldinum og til dansin spælir bólkurin »Two of us« sum er Jóhan Danielsen og Arni Carlsen.
Politiskur fundur um fullveldisætlaninar
Útvarpsmenninir Kári Durhuus og Per Højgaard skipa saman við Útvarp Føroya og Føroyahúsinum fyri einum pallborðsfundi mánakvøldið 1. mars um fullveldisætlaninar heima. Við pallborðið fara at sita Høgni Hoydal, Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen og Óli Breckmann. Eisini er ætlanin at eini fýra onnur borð verða við fólki við serstøkum áhugamálum, sum verða vend móti teimum, sum sita við pallborðið. Sendingin fer partvís at vera send heima í Føroyum beinleiðis og óbeinleiðis.
Á fundi týskvøldið 26. januar var sett hol á hetta mál, tá ið Jóannes Dalsgaard, sum lesur stjórnmálafrøði, hevði fyrilestur og kjak um evnið »Um munin millum fyrisiting og politik«. Serliga undirkjakinum var nógv framført, sum bendi álvarsliga á, at føroyska fyrisitingin ikki hevur nóg holla siðvenju og rutinu sum fyrisiting í einum sjálvstøðugum føroyskum ríki. Heldur ikki er skilnaðurin millum politiskar og fyrisitingarligar avgerðir nóg greiður. Orðaskiftið bendi eisini á, at politiski viljin til at hava hendan skilnaðin og at fylgja demokratiskari mannagongd ikki altíð er tann reyði tráðurin á føroyska, politiska pallinum.