Bankamaður í starv hjá kappingarneytanum

Starvsfólkini í nýggju deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn, hava øll arbeitt innan føroyska bankaheimin áður: tvey í Føroya Banka og hin í Sjóvinnubankanum. ­ Vit eru ikki komin higar at gera ónáðir, ella at bjóða tænastu sum líkist henni í hinum peninagstovunum. Vit hava egnu deild, tænastu og mentan at bjóða, sigur deildarstjórin

Hósdagin verða hurðarnar í nýggjasta peningastovninum í Havn latnar upp.

Hóast tað hevur verið góður siður seinastu árini at lata deildir aftur, so ger Suðuroyar Sparikassi júst tað mótsetta. Stovnurin hevur nú tríggjar deildir: Høvuðsdeildin í Vági og eina deild í Porkeri, umframt hana á Káta Horninum í Havn.

Tað er Jóannes S. Hansen, sum verður deildarstjóri á nýggju deildini, og aftrat sær hevur hann fingið Gudrun Christiansen. Tey hava bæði arbeitt í Føroya Banka, og Eyð Jacobsen, sum starvaðist í Sjóvnnubankanum.


Røkja viðskiftaskaran norðanfjørðs

Um orsøkina til at nýggj deild verður latin upp í Havn, sigur Jóannes S. Hansen, at tað hevur víst seg, at tá suðuroyingar flyta norðanfjørðs, missir stovnurin samband við tey.

­ Ofta er samskiftið torført, men eisini fáa viðskiftafólk at vita í øðrum peningastovnum teir vitja, at tað er lættari, um tey hava lønarkonto í peningastovni á staðnum. Tað er eisini lættari um fólk skulu keypa ella byggja hús, og tílíkt, sigur nýggi deildarstjórin.


Nógv fluttu í annan stovn í kreppuárunum

­ Er tað ikki løgið at tosa um vánaligt samskifti,tá fólk kunnu sita flyta um heimagreiðslu?

­Vit hava eisini nógvar kundar her norðuri, sigur Jóannes S. Hansen. Hann greiðir frá, at nógvar broytingar fóru fram í føroyska fíggjarheiminum í kreppuárunum.

Bæði privatpersónar og virkir fluttu tá í Suðuroyar Sparikassa. Hesi viðskiftafólk vil deildin í Havn eisini bjóða góða tænastu.

­ Harnæst vilja vit økja um okkara virksemi, og eisini um tænastuna, sigur deildarstjórin.

Viðvíkjandi heimagreiðsluni, er Jóannes S. Hansen vísur í hevur sínar fyrimunir, hóast ein fremmandagerð liggur í hesum. Tí skulu fólk hava møguleikan at støkka inn á gólvið í deildum Sparikassans.


Ræðist fremmandagerðingina

­ Vit liva ikki í Paris ella London, men í Føroyum og hava okkara egnu mentan. Í Suðuroyar Sparikassa vilja vit bjóða so góða tænastu sum til ber

­ Eg ræðist tann dagin, tá vit ikki kenna okkara viðskiftafólk, sigur Jóannes S. Hansen, og leggur aftrat, at deildin í Havn ikki er stovnað fyri at gera kappingarneytunum ónáðir, ella tí teir vilja líkjast øðrum.

­ Vit hava stovnað okkara egnu deild, við okkara egnu mentan og tænastu at bjóða fólki.


31 ár í Føroya Banka

Jóannes S, Hansen starvaðist í Føroya Banka í 31 ár, men varð uppsagdur í januar 1997.

Hann varð tó ikki arbeiðsleysur, men hevur arbeitt eitt skifti í Noregi sum skrivstovustjóri í fyritøku, ið umsetti fyri 40 mió. krónur í fjør.

Tað kom av, at pápi hansara í sínari tíð seldi tunnur til fyritøkuna, og at familjurnar síðan hava varðveitt sambandið.

Tá Jóannes kom aftur í fjør, gingu bert nakrir dagar, so vóru boð eftir honum at koma til arbeiðis í málingahandli í Runavík.

­ Hvussu kennist tað at fara at starvast í peningastovni hjá gamla kappingarneytanum?

­ Tað havi eg als ongar trupulleikar av, serliga tí eg kenni meg so vælkomnan í Suðuroyar Sparikassa. Eg eri harnæst fegin um at fáa starv innan gamla yrkið mítt, sigur Jóannes S. Hansen.