Ítróttarháskúlin í Suðuroy hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við, at fáa ein nýggjan skúlabygning.
-Nú eru vit komin til eina týdningarmikla løtu, har arkitektakappingin er liðug, og vit eru klár at leggja fram tað uppskotið, ið vit ynskja at arbeiða víðari við, boðar skúlin frá.
Vinnandi uppskotið um skúlabygning til Ítróttaháskúlan í Suðuroynni verður lagt fram fríggjadagin 10. apríl kl. 16.00 í Miðlatúni
-Vit gleða okkum at deila okkara visión fyri Ítróttarháskúlan í Suðuroy við tykkum, siga tey á Ítróttaháskúlanum.
##med2##
Virksemið á Ítróttaháskúlanum byrjaði í august 2016, tá 17 næmingar byrjaðu á Ítróttaháskúla í Vági. At byrja við húsaðist skúlin í fleiri hølum og næmingar húsaðust í frítíðarsmáttunum í Vági, men í 2021 fekk skúlin ein bygning, eitt næmingaheim. Nú verður so uppskot um skúlabygning lagt fram í morgin.
##med3##












