Tróndur og liðfelagarnir hava ryggin móti múrinum

HF Karlskrona tapti eisini aðru fjórðingsfinaluna í endaspælinum

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona taptu eisini aðru fjórðingsfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld tapti Karlskrona á heimavølli í Brinova Arena 28-31 fyri Kristianstad. Í steðginum var útiliðið á odda 18-16. Kristianstad vann eisini fyrru fjórðingsfinaluna á heimavølli 34-30 (17-17). Sostatt er samlaða støðan 2-0 til Kristianstad í fjórðingsfinaluuppgerðini.

 

Triðja fjórðingsfinalan verður leikt í Kristianstad komandi mánakvøld klokkan 18. Tapir Karlskrona eru teir úti av kappingini. Vinnur Karlskrona verður fjórða fjórðingsfinalan leikt í Brinova Arena.

 

Í kvøld skoraði Tróndur trý mál. Hann legði eisini upp til tvey mál (assist).