Samgongan slær egin orð upp í glens

Floksformenn beint eftir at samgonguskjalið er undirskrivað. Mynd: Álvur Haraldsen

Nýggja ABC-samgongan letst ikki at síggja virðið í fólkaræðisligu grundregluni um javnstøðu millum kyn har tær stóru avgerðirnar verða tiknar.

 

Í samgonguskjalinum, ið var skrivað undir í dag, er greiði boðskapurin, at javnstøða skal fremjast á øllum mótum; at tey, ið ráða, skulu hugsa um javnstøðu í mun til alt samfelagið.

 

Millum annað stendur, at ”Menn og kvinnur skulu í øllum lutum hava somu rættindi og møguleikar at luttaka í arbeiðs- og samfelagslívinum” og ” Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum.”

 

Hetta eru greið og týdningarmikil mál!

 

Men í sama viðfangi verður nýtt landsstýri skipað við fimm monnum og tveimum kvinnum, heldur enn við javnstøðu millum kyn.

 

Samgongan slær síni egnu orð upp í glens. Ósvitaliga signalið frá nýggju samgonguni til okkum øll - heimabúgvandi og útisetar – er, at javnstøða skal altíð takast í álvara, uttan tá tað ræður um veruliga valdsbýtið.

 

Heldur enn at sláa fast við sjeytummaseymi, og við grundarlagi í breiðum samstarvi tvørtur um politisku miðjuna, at javnstøða er vird í ovastu leiðslu landsins, ber nýggja samgongan okkum føgur men innantóm orð.

 

Floksformenn beint eftir at samgonguskjalið er undirskrivað. Mynd: Álvur Haraldsen