Javnaðarflokk­urin hev­ur góð­kent lands­stýr­is­fólkini

Javnaðarflokkurin hevði í kvøld floksleiðslufund, har flokkurin skuldi taka støðu til uppskotið hjá formanninum til landsstýrisfólk floksins.

Javnaðarflokkurin hevur ta skipan, at formaðurin tilnevnir landsstýrisfólk floksins, men at floksleiðslan síðan skal góðtaka tey. Floksleiðslan er hægsti myndugleiki í Javnaðarflokkinum millum landsfundirnar.

 

Floksleiðslan hevur nú góðkent, at Aksel V. Johannesen og Margit Stórá verða floksins umboð í landsstýrinum.

 

Hesum boðar flokkurin frá í kvøld, har flokkurin skrivar soleiðis:

 

Okkara landsstýrisfólk: Aksel V. Johannesen og Margit Stórá eru vald í landsstýrið. Aksel í fíggjarmál og Margit í almanna- og bústaðarmál. Bestu eydnu, tit bæði!

 

Bárður á Steig Nielsen váttaði longu í morgun tíðindini um, at hann sjálvur og Eyðdis Hartmann Niclasen eru floksins umboð í landsstýrinum. Fólkaflokkurin hevur enn ikki váttað tíðindini um at Bárður á Lakjuni og Jacob Vestergaard verða floksins umboð í landsstýrinum umframt løgmann Beinir Johannesn.