Liðið hjá Bjartalíð vann seg víðari í steypakappingini

FC Kyzylzhar vann tepran sigur á útivølli

 

Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í FC Kyzylzhar hava vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar í kasakisku steypakappingini.

 

Fyrr í dag vann FC Kyzylzhar á útivølli 1-0 á Khan Tegri, ið spælir í næstbestu deildini. Fílabeinsstrandingurin, Etienne Beugre skoraði sigursmálið beint undan steðginum.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 spælir Kyzylzhar aftur dyst í bestu kasakisku fótbóltsdeildini. Hesaferð verður talan um dyst á heimavølli móti FC Jenis.

 

Kyzylzhar er nummar sjey í deildini við fimm stigum fyri fýra dystir.