Lági oljuprísurin hevur fingið avleiðingar fyri fleiri av feløgunum, sum í hesi seinastuni árini eisini hava verið við í kanningunum á føroyska landgrunninum. Tey eru umleið 25 tali, feløgini, sum higartil hava víst áhuga fyri at vera við í eini komandi útbjóðing. Fyri at spjaða vágan og fáa sum mest burtur úr teimum stóru íløgunum, sum skulu gerast í einum nýggjum og ókendum øki sum Føroyar, hava flestu av feløgunum skipað seg í bólkar ella samtøk við trimum til fýra feløgum í hvørjum.
Lági oljuprísurin og vánaligu útlitini til, at hann fer at hækka munandi í bræði, eru orsøkin til, at fleiri túsund starvsfólk verða uppsøgd, at leiting og framleiðsla ymsa staðni í heiminum verða steðgað og løgd á hyllina fyri fyrst og loksins til at feløgini verða løgd saman. Hetta fer eisini at ávirka teir bólkarnar, sum longu hava skipað seg á føroyska landgrunninum.
Vit hava sæð, at risastóra amerikanska oljufelagið Amoco hevur lagt saman við BP, og vit hava hoyrt søgur ganga um fleiri aðrar samanleggingar (mergers), eitt nú millum Esso og Mobil, Total og Fina og Lasmo og Enterprise. Hetta eru alt feløg, sum eru við á føroyaøkinum.
At Amoco og BP eru vorðin eitt felag ger fyri tað fyrsta, at bólkurin við BP og Shell verður munandi styrktur. Men harvið verður bólkurin, sum Amoco hevur staðið á odda fyri, afturfyri munandi skerdur. Í hesum samtakinum hava umframt Amoco eisini verið Mærsk Olie og Gas, Fina og Veba Oil (fyrr Deminex). Belgiska Fina, sum franska Total hevur keypt stóran part av, er tí eisini farið úr samtakinum, og eru so bert Mærsk Olie og Gas og Veba Oil eftir. Veba er operatørur.
Vit hava spurt stjóran í Mærsk Olie og Gas, Bo Wilfang, hvørjar avleiðingar allar hesar broytingar fáa fyri Mærsk Olie og Gas. Hann sigur, at teir fara fyribils at halda fram sum er og bíða eftir, hvat hendir í Føroyum eitt nú í sambandi við bæði mark og útbjóðing.
Hann leggur aftrat, at tey bæði feløgini, sum eru eftir í samtakinum, fara nú at fylgja við í tí, sum hendir. Bo Wilfang heldur, at tað fara helst at verða enn fleiri broytingar í øðrum samtøkum eisini, og tí fara teir hjá Mærsk at brúka komandi tíðina at eygleiða støðuna.
-Men er ikki møguleiki fyri, at Mærsk Olie og Gas verður lagt saman við øðrum oljufelag?
-No, no er avgjørda svarið frá stjóranum í danska oljufelagnum, sum framvegis heldur Føroyar verða eitt áhugavert leitingarøki.
Í AMG-bólkinum við Statoil, Mobil og Enterprise kunnu eisini koma at henda broytingar, nú tað verður tosað um, at Mobil skal leggja saman við Esso og Enterprise við Lasmo.
Samanumtikið má sigast, at tað uttan iva vilja fara fram fleiri broytingar í bólkunum, sum eru virknir á Føroyaøkinum, soleiðis at tá vit nærkast eini útbjóðing, so verða tað nakað øðrvísi bólkar, sum fara at bjóða enn teir vit kenna í dag.