helt, at hetta átti at havt fingið vísindafólkini at ávara um tað, sum hendi eina viku seinni. Luciano Maiani sigur, at hann kann ikki halda fram at arbeiða undir so truplum umstøðum. Hann vísir á, at tey [...] gjørdu tað, sum tey hildu vera rætt, og at eingin teirra hevði nakran persónligan vinning av ráðunum, sum tey góvu. -Vísindafólk hava altíð sagt, at tað er ógjørligt at boða frá einum jarðskjálvta frammanundan [...] frammanundan. Tað, sum nú er hent, fer at gera, at einki vísindafólk fer at geva tí almenna ráð, sigur Maiani við blaðið Corriere della Sera. Luciano Maiani, sum er heimskendur vísindamaður, var forstjóri í
svarar til tveir-tríggjar koppar av kaffi. Staðfest er, at gentan doyði at koffeineitran. Hon hevði frammanundan eina bindivevnaðarsjúku. Gentan visti, at hon var sjúk, men hon var ikki ávarað móti koffeini [...] deyðir eftir at hava drukkið orkudrykkin Monster Energy, sum hevur høgt innihald av koffeini. Hetta skrivar New York Times. Hesin drykkur fæst isini til keyps í Føroyum. Málið er komið fram, eftir at mamma eina [...] úr 1.128 upp í 13.114. Donsku myndugleikarnir siga, at børn drekka i mesta lagi 2,5 mg av koffeini fyri hvørt kilo av likamsvektini. Tað svarar til, at eitt barn, sum vigar 40 kilo, ikki má drekka meira
endurgevur, at fólk við vanligari inntøku hava nóg illa ráð at fara til fótbóltsdystir í Premier League og summi hava sagt frá sær sesongkortið, tí tað er blivið ov kostnaðarmikið. - Vit ynskja, at fólk við
fólkaatkvøðu í Íslandi í gjár, tóku undir við broytingunum í grundlógini. Uppteljingin vísti, at uppskotið um, at tann parturin av náttúrutilfeinginum, sum ikki er privat ogn, verður lýst ogn fólksins, fekk
nú við at brúka sýtingarrættin ímóti fíggjarlógaruppskotinum hjá ES fyri árini 2014 til 2020. Cameron sigur, at útreiðsluvøksturin í uppskotinum er alt ov stórur og kann als ikki sameinast við, at øll l [...] limalondini í samveldinum noyðast at fremja umfatandi sparingar á sínum fíggjarlógum. Bretski forsætisráðharrin sigur, at hann kann heilt einfalt ikki góðtaka, at útreiðslurnar hjá samveldinum støðugt veksa
málum. Finnur ætlar at stríðast víðari og ætlar at vinna pláss á tí besta liðnum hjá Jönköpings Södra, og harvið økja um møguleikarnar at sleppa á landsliðið aftur. Undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu [...] Södra, sum spælir í næstbestu svensku fótbóltsdeildini. Talan hevur bert verið um hendingar ferðir, at Finnur Justinussen er skiftur inn í dystum hjá Jönköpings Södra í næstbestu svensku fótbóltsdeildini
størri næsta ár. Avleiðingin verður, at prísurin fer at fella. -Keypararnir vita eisini, at vit fáa eina munandi størri toskakvotu næsta ár, og tí sigur tað seg sjálvt, at teir fylla sær ikki goymslurnar nú [...] hava havt ilt við at sleppa av við tann hvíta fiskin í heyst, og úrslitið er, at tey flestu virkini hava nógvan fisk á goymslu. Tað vita teir útlendsku keypararnir, og teir vita eisini, at toskakvotan í [...] Eliasssen, við NRK. Í norska reiðarafelagnum bera tey ótta fyri, at veturin verður strævin hjá fiskivinnuni. Stjórin, Reidar Nilsen, sigur, at tá kvotan veksur so nógv, fáa bæði fiskimenn og keyparar trupulleikar
einari nýggjari frágreiðing hjá Heimsbankanum at døma hevur tað danska vinnulivið einki at grenja um. Tí eftir bankans meting er Danmark tað besta landið í Evropa at reka vinnu í. Frágreiðingin "Ease of Doing [...] staðfestir harafturat, at Danmark er tað 5. besta landið í heiminum at reka vinnuvirksemi í. Bara Signapore, Hong Kong, Ný Sæland og USA eru ovari. Tá hevur Heimsbankin hugt at 185 londum, og Danmark fær [...] einum miðvísum politikki, sum hevur til endamáls at gera Danmark til eitt íløguvinarligt land. Dansk Erhvervsliv sigur í sínari viðmerking, at tað ber til at gera viðurskiftini enn betri. Eitt nú er part
partur av, hevur ein fyrstavinning á 120 milliónir krónur. Alt hetta merkir, at góður møguleiki er hjá einum hepnum vinnara at seta nýtt met tá tað kemur til lottovinningar. Størstu 10 vinningarnir, sum [...] Tey, sum spæla við í donsku lottospølunum, eiga nakrar spennandi dagar fyri framman. Í kvøld ber til at vinna 86 milliónir krónur í vanliga mikudagsdráttinum. Hetta verður veruleiki, um supertalið verður
viku, tí minkandi bilasøla ger, at tað er ikki nóg mikið at gera á verksmiðjuni. Stjórin, Jan Gurander, sigur, at Evropa er høvuðsmarknaður hjá Volvo, og fíggjarkreppan ger, at eftirspurningurin er minkaður [...] framleiðsluna, soleiðis at nú ger verksmiðjan 50 bilar um dagin ímóti 57 frammanundan. Teir fyrstu átta mánaðirnar í ár minkaði sølan hjá Volvo 10 prosent, men leiðslan hevur ongar ætlanir um at koyra fólk til [...] Kinesiska íløgufyritøkan Geely Group eigur Volvo. Verksmiðjan seldi 449.225 bilar í fjør, men ætlanin er at selja 800.000 bilar í 2020.