Tann 29. oktober letur Volvo-verksmiðjan í Torslande aftur eina viku, tí minkandi bilasøla ger, at tað er ikki nóg mikið at gera á verksmiðjuni. Stjórin, Jan Gurander, sigur, at Evropa er høvuðsmarknaður hjá Volvo, og fíggjarkreppan ger, at eftirspurningurin er minkaður.
Frá 1. oktober skerdi Volvo framleiðsluna, soleiðis at nú ger verksmiðjan 50 bilar um dagin ímóti 57 frammanundan. Teir fyrstu átta mánaðirnar í ár minkaði sølan hjá Volvo 10 prosent, men leiðslan hevur ongar ætlanir um at koyra fólk til hús.
Kinesiska íløgufyritøkan Geely Group eigur Volvo. Verksmiðjan seldi 449.225 bilar í fjør, men ætlanin er at selja 800.000 bilar í 2020.