Vænta ikki at sleppa av við fiskin í vetur

Ein metstór toskakvota og fullar goymslur fáa nú norðmenn at stúra fyri, at tað verður torført at sleppa av við fiskin í vetur. Reiðararnir vilja hava tað almenna uppí

Tey norsku fiskavirkini hava havt ilt við at sleppa av við tann hvíta fiskin í heyst, og úrslitið er, at tey flestu virkini hava nógvan fisk á goymslu. Tað vita teir útlendsku keypararnir, og teir vita eisini, at toskakvotan í Barentshavinum verður ein triðing størri næsta ár. Avleiðingin verður, at prísurin fer at fella.

-Keypararnir vita eisini, at vit fáa eina munandi størri toskakvotu næsta ár, og tí sigur tað seg sjálvt, at teir fylla sær ikki goymslurnar nú, sigur formaðurin hjá teimum norsku fiskakeyparunum, Steinar Eliasssen, við NRK.

Í norska reiðarafelagnum bera tey ótta fyri, at veturin verður strævin hjá fiskivinnuni. Stjórin, Reidar Nilsen, sigur, at tá kvotan veksur so nógv, fáa bæði fiskimenn og keyparar trupulleikar. Tí vil hann hava hjálp frá landsmyndugleikunum.

-Tað er ikki ein stuðulsskipan, vit tosa, men hjálp til at tryggja, at tað slepst av við fiskin, sigur Reidar Nilsen við norska kringvarpið.