Fyrrverandi álopsessið hjá Víkingi, Finnur Justinussen hevur havt eitt misjavnt kappingarár við Jönköpings Södra, sum spælir í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.
Talan hevur bert verið um hendingar ferðir, at Finnur Justinussen er skiftur inn í dystum hjá Jönköpings Södra í næstbestu svensku fótbóltsdeildini. Fyrr í ár hevði Finnur eisini ein álvarsaman skaða.
Finnur hevur tó spælt rættiliga nógvar dystir við tí næstbesta liðnum hjá Jönköpings Södra, har hann hevur skotið fitt av málum. Finnur ætlar at stríðast víðari og ætlar at vinna pláss á tí besta liðnum hjá Jönköpings Södra, og harvið økja um møguleikarnar at sleppa á landsliðið aftur.
Undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Finn Justinussen, sum var gjørd fyrr í dag.