Fimm tannáringar í USA eru deyðir eftir at hava drukkið orkudrykkin Monster Energy, sum hevur høgt innihald av koffeini.
Hetta skrivar New York Times.
Hesin drykkur fæst isini til keyps í Føroyum.
Málið er komið fram, eftir at mamma eina 14 ára gamla gentu í seinastu viku meldaði fyritøkuna, sum framleiðir drykkin.
Gentan doyði í desember í fjør, og tá hevði hon drukkið stórar dósir av Monster Energy í dagavís. Í eini stórari dós eru 240 milligramm av koffeini, og tað svarar til tveir-tríggjar koppar av kaffi.
Staðfest er, at gentan doyði at koffeineitran. Hon hevði frammanundan eina bindivevnaðarsjúku.
Gentan visti, at hon var sjúk, men hon var ikki ávarað móti koffeini.
Í USA taka skaðastovurnar móti fleiri og fleiri fólkum, sum hava drukkið orkudrykkir. Frá 2005 til 2009 vaks talið av vitjanum úr 1.128 upp í 13.114.
Donsku myndugleikarnir siga, at børn drekka i mesta lagi 2,5 mg av koffeini fyri hvørt kilo av likamsvektini. Tað svarar til, at eitt barn, sum vigar 40 kilo, ikki má drekka meira enn 100 mg av koffeini, og tað er minni enn helvtina av koffeininum í eini stórari dósa av Monster Energy.