Ov dýrt at síggja Rooney og Torres

Seinasta árið eru prísirnir á atgongumerkjum til Premier League fótbóltskappingina í Onglandi hækkaðir fimm ferðir meira enn inflatiónin, vísur ein nýggj kanning hjá BBC.

 

Tað bíligasta atgongumerkið hjá teimum 20 feløgunum í Premier League kostar í miðal 21,24 pund. Tað eru slakar 200 krónur. Hetta er næstan tvey pund meira enn fyri einum ári síðani. Prísvøksturin er 11,7 prosent, meðan inflatiónin hesa tíðina hevur verið 2,2 prosent.

 

Flestu av atgongumerkjunum kosta tí munandi meira enn tað, og dýrasta atgongumerki til ein Premier League dyst finst á leikvøllinum hjá Arsenal – har kosta atgongumerkini upp í 126 pund – 1.150 krónur.

 

Áskoðarafeløg siga í kanningini, sum The Sun endurgevur, at fólk við vanligari inntøku hava nóg illa ráð at fara til fótbóltsdystir í Premier League – og summi hava sagt frá sær sesongkortið, tí tað er blivið ov kostnaðarmikið.

 

- Vit ynskja, at fólk við bæði høgum og lágum inntøkum skulu kunna síggja fótbóltsdystir í Premier League, men hetta er trupult í fleiri feløgunum nú, sigur Malcolm Clarke, sum er formaður fyri samtakið hjá áskoðarafeløgunum.

 

- Fjepparar spyrja, hví teir skulu gjalda meira og meira fyri atgongumerkini, tá ið pengarnir bara fara til hægri lønir hjá spælarunum, sigur hann.