Danmark er tað besta landið í Evropa at reka vinnuvirksemi í. Tað sigur Heimsbankin
Næstan dagliga kæra donsk vinnulívsfólk seg um, at umstøðurnar hjá vinnulívinum eru ikki nóg góðar og ikki kappingarførar, men eftir einari nýggjari frágreiðing hjá Heimsbankanum at døma hevur tað danska vinnulivið einki at grenja um. Tí eftir bankans meting er Danmark tað besta landið í Evropa at reka vinnu í.
Frágreiðingin "Ease of Doing Business" staðfestir harafturat, at Danmark er tað 5. besta landið í heiminum at reka vinnuvirksemi í. Bara Signapore, Hong Kong, Ný Sæland og USA eru ovari. Tá hevur Heimsbankin hugt at 185 londum, og Danmark fær serliga rós fyri at hava eina sera framkomna mannagongd, tá tað snýr seg um at stovna eina fyritøku.
Pia Olsen Dyhr, handils- og íløgumálaráðharri, og felagsskapurin Dansk Erhvervsliv fegnast um tað góða umdømið, Heimsbankin gevur Danmark. Sambært ráðharranum er hetta úrslitið av einum miðvísum politikki, sum hevur til endamáls at gera Danmark til eitt íløguvinarligt land. Dansk Erhvervsliv sigur í sínari viðmerking, at tað ber til at gera viðurskiftini enn betri. Eitt nú er partafelagsskatturin ov høgur, sigur felagið.
Tað eru meiri enn 10 ár, síðani Heimsbankin fór undir at kanna og skráseta treytirnar fyri og møguleikarnar at reka vinnuvirksemi í heimsins londum. Bankin leggur serliga dent á byrjanina, starvsfólkasetan, lánsmøguleikar og skattaviðurskiftini.










