Fíggjarmálaráðið. Landsstýrið hevur avgjørt at seta 8 milliónir krónur aftrat framskrivaðu játtanini til viðíkahald av vegum, brúm og tunlum. Viðlíkahaldið á landsvegakervinum hevur verið afturúrsiglt í nógv [...] samgonga onki í. Inntøkurnar hækka við 186,5 milliónum sammett við fíggjarlógaruppskotið, og samgongan hevur valt at raðfesta rakstur og løgur fyri 134 milliónir krónur. – Fyrst í komandi ári ætlar landsstýrið [...] tillagingar í rakstrinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hóast stutta skotbráið hevur landsstýrið tó gjørt fleiri raðfestingar, sum koma at merkjast. Til dømis er gjørt av at økja játtanina
arbeiðir, hevur higartil mist ein stóran part av pensjónini, men tað verður nú munandi lagaligari hjá fólkapensjónistum at arbeiða. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at tað hevur eydnast at [...] Í dag hevur samgongan rokkið einum týdningarmiklum máli í strembanini eftir at bøta um fíggjarligu korini hjá fólkapensjónistum. Tað sigur Almannaráðið í tíðindaskrivi: »Lógaruppskotini, sum Elsebeth Mercedis [...] ein fíggjarliga lættari gerandisdag. Um eitt gott ár fer ein ógiftur fólkapensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta, at hava umleið 12.500 kr. eftir aftaná skatt og gjøld
Í vikuni hevur Olaf S. Thomsen givið út fyrstu bók sína, sum kallast "Ævisøgan um monologin Olaf S. Thomsen". Høvundurin sigur, at tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum [...] áskoðan rithøvundsins. Tilfarið er skrivað í tíðarskeiðnum 1983-2019 og sambært rithøvundanum sjálvum hevur Olaf alt sítt tilkomna lív livað eina heldur friðarliga og lítillátna tilveru við frástøðu frá øðrum [...] tankar og gerðirnar hjá Olafi, og sjálvur sigur høvundurin, at bókin er eitt persónligt val, ið hann hevur útsett í mong ár. - Hetta er eitt kompromis, ið eg havi verið noyddur at gera. Vit fáu, ið velja
Seaboard Marine varð upprunaliga stovnað í 1983 og hevur fastar rutur millum Norðuramerika, Karibisku oyggjarnar, Miðamerika og Suðuramerika. Seaboard Marine hevur fleiri enn 25 bingjuskip og rutur til nærum [...] eftirlit og stýring av bingjum. Globe Tracker ApS varð stovnað í 2016, er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida umframt virksemi í Íslandi og Týsklandi. Høvuðspartaeigarar [...] fartelefontænastur, umframt Wi-Fi og Internet of Things (IoT) tænastur til maritima ídnaðin. WMS hevur høvuðsskrivstovu í Florida. www.wmsatsea.com
okkurt gott, t.d.: Hevur tú minst til at ringja til ommu tína? Hevur tú fingið fríska luft í dag? Hevur tú tikið rusk upp av vegnum í seinastuni? Hetta, bæði fyri at skapa tilvit um, hvat hevur týdning fyri
Joensen. Undan kappingini í dag hevur Brynjar 17 stig og Óðin 16. Í Skeið er Høttir, sum Hildigarð D. Hansen ríðir, á odda við 15 stigum. Tey kappast um FM við Syrpu, ið hevur 14 stig, Bárður Johannessen ríðir [...] á baki, Blíður hevur 8 stig og Tindur 7. Tvíspor l flokkur skal eisini avgerast í dag. Har er eisini talan um FM finalu. Føroyameistarin frá í fjør, Freyr, sum Anna Magnusen ríðir, hevur 17 stig og skal
Svangaskarði. 18 ára gamli Jonn Johannesen, sum hevur higartil í ár skotið níggju mál fyri KÍ, verður fremsti maður á føroyska liðnum í kvøld. Jonn hevur spælt níggju dystir fyri U19 landsliðið, men í kvøld [...] frá. Ein annar av debutantunum er 17 ára gamli Samuel Johansen Chukwudi úr HB. Hóast ungan aldur hevur Samuel vunnið sær pláss á besta liðnum hjá HB, og nú fær hann eisini møguleikan frá byrjan á U21 [...] fær Hanus Sørensen eisini debut á U21 í kvøld. Havnarmaðurin, sum spælir í danska FC Midtjylland, hevur spælt 10 dystir fyri U19 landsliðið. Eins og fleiri av leikarunum í kvøld fáa sín elddóp á U21 landsliðnum
korona-tilburðin í Nanortalik gjølliga, og hann væntar ikki, at tilburðurin hevur ført til smittuspjaðing, tó at hin korona-smittaði hevur verið í samband við onkrar ibúgvar í býnum. - Vit hava kannað viðurskiftini [...] at vit mistaka okkum, eru vit til reiðar at avbyrgja smittuna. Sambært grønlendsku myndugleikunum hevur hin smittaði, sum kom til Nanortalik við skipi, verið í samband við lokala fólkið, men landslæknin [...] sjúkueyðkenni, eru vit til reiðar við potipinninum, segði landslæknin í dag. ##med2## Henrik L. Hansen hevur sagt seg vænta, at Grønland fer at fáa korona-tilburðir aftur, nú upplatingin av landinum er byrjað
telva um, hvør teirra skal spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið. HB hevur ikki vunnið løgmanssteypið síðani í 2004, og KÍ hevur bara vunnið steypaappingina einaferð í hesi øldini. Tað var í 2016. Fyrra [...] Fyrra hálvfinalan, sum 8. mai var í Gundadali, endaði 1-1. Tað ber við sær, at KÍ hevur fyrimun undan seinnu hálvfinaluni. Men fyrimunurin er lítil og alt er púra opið, tí fyrimunurin koppar til HB, um tað [...] beinkinum. HB og KÍ hava ikki dystast í hálvfinaluni síðani 1999, tá ið KÍ vann greipuna. Síðani tá hevur KÍ ikki vunnið FM. Í 1999 endaði fyrra hálvfinalan, sum var í Klaksvík, við, at HB vann 1-0. Í Gundadali
kann trupulleikin vera, at øll ikki sleppa við, sigur Heri Norðberg. Nú Prince hevur verið í sigling í eina lítla viku, hevur Strandferðslan eftirmet siglingina, og fráferðin klokkan 11:30 er flutt til klokkan [...] sama nú sunnukvøldið, at fólk ikki sleppa við, so er einasta tilboðið, sum Standafaraskip Landsins hevur at bjóða, at seta Sildberan at gera eykatúr úr Sandvík til Sands. – Vit vita ikki, hvussu støðan verður [...] víðari við bygdaleiðum og Teistanum, sigur Heri Norðberg. Ferðslusamskiparin vísir á, at Sildberin hevur siglt nakrar ferðir áður bæði í summar og í vár, tá ið støðan var tann sama, at ikki øll ferðafólkini